Í gjár var bretski forsætisráðharrin, Rishi Sunak, á vitjan í Ukraina, og hann hevði greið boð til ukrainar.
– Eg eri her í Ukraina við einum einføldum boðum. Vit ivast ikki í okkara stuðli til tykkum. Til allar ukrainarar. Stórabretland er við við tykkum – so leingi tað tekur, segði Rishi Sunak á sosiala miðlinum X í sambandi við vitjanina.
Rishi Sunak segði, at Bretland í ár fór at stuðla Ukraina við 21 milliardum krónum. Hetta eru 200 milliónir krónur meira enn í fjør.
Pengarnir skulu brúkast til at veita Ukraina langtrøkkandi rakettir, granatir og loftverju. Eisini skal ein partur av pengunum nýtast til at keypa dronur. Bretland fer eisini at veita Ukraina upplýsingar og stuðla hernaðarvenjingum, heilsuverki og teldutrygd.
– Stórabretland er longu ein av nærmastu samstarvsfelagum hjá Ukraina, tí vit skilja, at tykkara trygd er tað sama sum okkara trygd, segði Rishi Sunak.