Sambært Financial Times hevur Tony Blair, forsætisráðharri sagt við sínar ráðharrar, at teir eiga ikki at sleppa vónini um, at stjórnin fer at skriva út fólkaatkvøðu um evruna um eitt ella tvey ár.
Men eygleiðarar í London siga tað vera lítið sannlíkt, at bretar fara at velja evruna fyrr enn í fyrsta lagi um fýra ár. Teir vísa á, at avgerðin hjá svium at vraka evruna ger tað politiskt ógjørligt hjá Blair og stjórnini at fáa meirilutan av bretsku veljarunum at góðtaka evruna í bræði.
Tey, sum mæla bretum til at taka evruna ístaðin fyri pundið, hava sambært eygleiðarunum ásannað støðuna og tosa nú um at steðga við fólkaatkvøðuni til aftan á næsta parlamentsvalið, sum verður í 2006.
Danmark, Svøríki og Bretland hava ikki evruna, men meðan danir og sviar hava sagt nei á fólkaatkvøðu, hava bretar ongantíð sagt sína hugsan enn. Men sambært meiningakanningunum hevur Blair onga orsøk til at skunda sær, tí tær vísa, at umleið 70 prosent av veljarunum vilja varðveita pundið.