Bretska stjórnin hevur boðað frá, at um ikki so leingi skulu allir bretskir borgarar eldri enn 70 ár í avbyrging.
Matt Hancock, heilsumálaráðharri í Stórabretlandi, gjørdi í samrøðu við BBC greitt, at talan verður ikki um avbyrging júst nú, men ætlanin er, at innan fáar vikur skulu øll eldri enn 70 í avbyrging við hús, og at avbyrgingin fer at vara rættiliga leingi.
Avbyrgingin umfatar eisini tey, sum eru yngri enn 70 og hava heilsutrupulleikar.
Bretska stjórnin hevur verið fyri nógvum atfinningum fyri ikki at gera eins nógv við covid-19 smittuna og onnur lond, so sum at steingja fyri almennari ferðslu og lata skúlar og líknandi aftur. Men Hancock, heilsumálaráðharri, gjørdi í samrøðu við BBC greitt, at stjórnin er til reiðar at gera tað, sum skal til, fyri at basa smittuni.
Væntað verður, at talið av covid-19 tilburðum í Bretlandi fer at økjast í næstum, eins og tað hevur gjørt í øðrum londum, og Matt Hancock vil vera við, at stjórnin bíðar eftir røttu tíðini at senda tey sjúku og veiku til húsar.
– Vit vita, at tá tú biður fólk gera tílíkt [at fara í avbyrging, red.], so verða tey troytt av tí, tað hevur eisini neiligar avleiðingar, segði Matt Hancock.
Higartil hava 1140 fólk í Bretlandi fingið staðfest covid-19, men í løtuni verða sjúklingar, sum eru innlagdir á sjúkrahúsi, kannaðir fyri smittuna.