Vitjan
Í morgun verður Jóannes Ejdesgaard, løgmaður, vertur við ein hátíðarligan morgunmat í Tinganesi. Gesturin er ikki hvør sum helst. Tað verður nevniliga bretski fiskimálaráðharrin, Ben Bradshaw, sum sessast saman við løgmanni.
Eftir morgunmatin verður farið úr Havn við Brimli til Klaksvíkar. Umborð á Brimli verður fundur millum starvsbrøðurnar úr Bretlandi og Føroyum, Ben og Bjørn. Hesin fundur fer í høvuðsheitum at snúgva seg um, hvussu fiskiskapurin kring Føroyar er skipaður, eitt nú við fiskidøgum heldur enn kvotum.
Útlendingar hava víst føroysku fiskidagaskipanini stóran áhuga. Hildið verður, at hetta er ein skilagóð skipan, og ikki minst tí er tað spell, at vánalig umsiting er við at eta hana upp ? innanífrá.
Tá ið Brimil kemur til Klaksvíkar í dag, verður vitjað á Kósini og hjá JFK-Trol, har kunnað verður um virksemið.
Heldur ikki í Klaksvík fer Ben Bradshaw at ganga við svangan munn, tí borgarstjórin, Steinbjørn Jacobsen, verður vertur við eina máltíð í býráðshøllini.
Tá ið bitin er etin, fær bretski fiskimálaráðharrin høvi at hitta umboð fyri føroyska fiskivinnu, og longu klokkan 15.15 verður tíðindafundur, har Ben og Bjørn verða við.
Eftir fundin gongur leiðin aftur til Havnar við Brimli, og á ferðini suður fer Bogi Hansen at greiða frá um veðurlagsbroytingar í Norðurhøvum.
Í kvøld verður Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, vertur fyri einum døgurða í Listaskálanum.