Tað slær ikki feil. Hvørja ferð, tað er grindadráp í Føroyum, so rakna grindamótstøðufólk úr øllum heiminum við og finnast at føroyingum. Mikudagin var grind í Sandagerði í Havn, og hesa ferð var einki undantak.
Serliga er tað felagsskapurin Blue Planet Society, sum hevur gjørt um seg hesa ferð. Blue Planet Society verður nevniliga siterað í einari rúgvu av greinum hjá stórum bretskum miðlum um grindadrápið mikudagin, har tey kalla grindadrápið barbariskt og miskunnarleyst.
Talan er um tíðindasíður sum eitt nú The Sun, UniLad, Express, DailyStar, MailOnline, Metro og Mirror. Onkur av hesum miðlunum grundgeva væl fyri føroysku sjónarmiðunum av grindadrápi og vísa á, hvussu føroyingar leggja dent á, at drápið er væl skipað og burðardygt. Men boðskapurin um "barbarisku siðvenjuna" er í øllum førum eisini til staðar í meginpartinum av greinunum.
Líkt er til, at hetta er okkurt slag av tíðindaskrivi, sum er sent bretsku fjølmiðlunum. Tí myndirnar eru í fleiri førum tær somu, og yvirskriftirnar minna um hvørja aðra: "Havið verður reytt meðan hvalir verða brutalt dripnir".