Muslimarnir í Bretlandi stúra fyri, at fólk fara at gera seg inn á teir, eftir at myndugleikarnir avdúkaðu yvirgangsætlanina, sum muslimar høvdu lagt.
Tað er greitt, at tey, sum vórðu tikin í sambandi við tær ætlaðu yvirgangsatsóknirnar í Bretlandi, eru bretskir ríkisborgarar av pakistanskum uppruna.
Tað ørkymlar nógvar bretskar muslimar.
-Í kvøld noyðist eg at vera varin, sigur tann 33 ára gamli Monirul Saadr við Reuters. Hann er ættaður úr Bangladesh, og tað síða svarta skeggið ger, at hann kann ikki fjala seg í mannfjøldini.
Talsmenn hjá teimum muslimsku samfeløgunum í Bretlandi søgdu í gjár stúra fyri, at bretar fara at uppfata allar muslimar sum yvirgangsmenn ella stuðlar hjá yvirgangsmonnum. Tí vænta teir, at muslimarnir verða skúgvaðir til viks í sambandi við starvssetanir, og teir óttast eisini fyri einum veksandi ágangi ímóti muslimunum í Bretlandi.
Harris Bokhari, sum er talsmaður hjá muslimska landsfelagsskapinum í Bretlandi, sigur við AP, at moskurnar eiga at boða løgregluni frá, hvørja ferð ein muslimur verður fyri ágangi orsakað av avdúkingunum í gjár.