Bretskur gísli leyslatin

Ein breti, sum hevur sitið sum gísli í Libya, er nú latin leysur. Tað upplýsir bretska uttanríkisráðið.

Ein breti, sum hevur sitið sum gísli í Libya, er nú latin leysur. Tað upplýsir bretska uttanríkisráðið.

– David Bolam hevur tað gott og er nú saman við familju síni, sigur ein talsmaður fyri uttanríkisráðið, uttan annars at vilja fara niður í smálutir.

53 ára gamli Bolam hevur arbeitt sum lærari í altjóða skúlanum í Benghazi, sum nú er stongdur, og hann varð tikin av einum víðgongdum bólki í Libya í mai mánaði.

Eftir áheitan frá bretska uttanríkisráðnum og familjuni hjá Bolam, hava fjølmiðlar einki sagt um, at hann hevur sitið sum gísli, upplýsir BBC.