Russiski afturvaldi forsetin, Vladimir Putin, uppførir seg sum »nútíðarinnar (Josef, red.) Stalin«, og hann er ein »tyranur, sum Vesturheimurin má standa ímóti«.
Soleiðis sigur Grant Shapps, sum er verjumálaráðharri í Bretlandi.
Shapps sigur tað í dagsins útgávu av dagblaðnum The Telegraph, har hann í ein kjakgrein skrivar, at Putin ikki hevur hugsað sær at fara nakran veg, »eftir at hann stjól sokallaða valið, har politisk mótstøðufólk eru tveitt í fongsul ella dripin«.
Russland hevði um vikuskiftið forsetaval. Vladimir Putin vann ein greiðan sigur, men fleiri felagsskapir og lond í Vesturheiminum hava funnist at valinum fyri ikki at vera frælst.
Felagskapurin fyri Trygd og Samstarvi í Evropa (OSCE) var harumframt ikki boðin við at fylgja valinum.
Aleksej Navalnyj, ein av høvuðsfíggjundunum hjá Putin, doyði í russiskum fongsli í síðsta mánaði. Onnur mótstøðufólk sita enn í fongslli ella hava verið noydd at fara í útlegd í øðrum londum.
– Tað er óhugnaligt at hugsa sær, at hann, tá valskeiðið endar, hevur sitið á valdinum næstan líka leingi sum einaræðisharrin Josef Stalin, skrivar Shapps.
– Putin uppførir seg su nútíðarinnar Stalin.
– Hann er ein tyrannur, sum Vesturheimurin má standa ímóti. Vit hava miðlarnar, men vit verða noydd at vísa, at vit hava kollektiva viljastyrkina at vinna.
Josef STalin leiddi Sovjetsamveldi frá endanum av 1920'unum til 1953. Tíggjutúsundtals fólk vórðu avrættað, tíggjutúsundtals vórðu sent til Gulag-legur í Sibiria.
Putin hevur áður tosað hampuligari um Stalin, enn vanligt hevur verið í Vesturheiminum.
– Yvirdrivin demonisering av Stalin er ein av mátunum, tey loypa á Sovjettsamveldið og Russland fyri at vísa, at dagsins Russland hevur eitt stempul frá Stalin, segði Putin í juni í 2017.
/ritzau/dpa