Brexit: Helmingurin vil hava nýggja fólkaatkvøðu

Helmingurin av bretsku veljarunum ynskja eina nýggja fólkaatkvøðu um Brexit. Tað vísir ein nýggj veljarakanning, ið bretska blaðið Mail on Sunday hevur almannakunngjørt í dag. Tað skrivar tíðindastovan Reuters.


Í veljarakanningini svara 50 prosent av teimum spurdu, at tey ynskja eina fólkaatkvøðu um endaligu Brexit-avtaluna, ið stjórnin fær í lag við ES. 34 prosent svara, at tey ikki ynskja eina fólkaatkvøðu aftrat, meðan 16 prosent svara, at tey vita ikki.


Í kanningini bleiv eisini spurt hvørjar fíggjarligar avleiðingar tey vænta, at Brexit fær fyri Bretland. 35 prosent svaraðu, at tey vænta, at Bretland verður verri fyri fíggjarliga eftir Brexit, meðan 14 prosent svaraðu, at Bretland verður betri fyri.


Við Reuters sigur Mike Smithson, valserfrøðingur og fyrrverandi politikari í Liberal Demokratunum, at talan er um fyrstu ferð, at ein veljarakanning vísir ein meiriluta fyri eina nýggja fólkaatkvøðu um Brexit.


Tað er fyritøkan Survation, ið hevur gjørt nýggju veljarakanningina. Hon bleiv gjørd í døgunum 30. november til 1. desember og tóku 1.003 fólk lut í kanningini.