Breyt inn í Mikkeller eftir pengum og rúsdrekka

Í vikuni hava nøkur innbrot og tjóvarí verið í Havn, og nú hevur løgreglan eisini fingið eina fráboðan um innbrot og stuldur í Mikkeller.

 

Herfyri hevði onkur sloppið sær inn í matgoymsluna á Hotel Hafnia og hevði stolið dýran mat út aftur við sær. Sum skilst, var talan helst um, at viðkomandi var komin inn gjøgnum einar bakdyr á hotellinum. 

 

Tann, sum framdi tjóvaríið á matgoymsluni á hotellinum, er handtikin og skuldsettur, og maturin er komin afturíaftur.

 

Herfyri varð eisini brotið inn í Fisk & Chips á Vaglinum í Havn, og her hevði onkur stolið einar 2000 krónur. Eisini her hevur løgreglan handtikið ein persón, og pengarnir eru komnir afturíaftur.

 

Í morgun visti vaktleiðarin á løgreglustøðini at siga, at onkur eisini hevur brotið inn í Mikkeller í Gongini 2 í Havn. Viðkomandi hevði brotið ein rút fyri at sleppa inn, og her er nakað av pengum og rúsdrekka stolið.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at tey arbeiða við at uppklára málið um innbrotið í Mikkeller, og í hesum sambandi verður eisini kannað eftir, um innbrotið her hevur nakað við onnur líknandi mál í Havn at gera.