Seint í gjárkvøldið fekk løgreglan boð um, at ein maður koyrdi runt á prutli á Vatnsoyrum, og tey høvdu varhugan av, at har ruggaði ikki alt rætt.
Innbrot hevur áður verið í leguhúsinum, Zarepta og ein borgari á Vatnsoyrum fór tí niðan at hyggja um alt var sum tað skuldi, men tá varnaðist hann, at ein rútur var brotin.
Seinni sóu tey sama mann á prutli í Sørvági, og tá tók løgreglan hann. Maðurin viðgekk, at hann hevði verið uppi á Zarepte, og har hevði hann sparkað ein rút ígjøgnum, tí hann var so kaldur, og hann vildi sleppa inn at verma seg.
Løgreglan varnaðist einki tjóvagóðs og slepti honum tískil leysum aftur. Men í dag skuldu tey so kanna, um nakað er stolið á Zarepta.
- Men nú hava vit so mannin, ið hevur gjørt tað, sigur løgreglan. Tey siga, at talan er um ein gamal kenning hjá løgregluni, sum fleiri ferðir áður er tikin fyri at stjala.