Brian breiðkar landsliðshópin

Við úttøkuni av Brian Olsen og Levi Hanssen vil landsliðsvenjarin økja um talið av spælarum í landsliðshópinum. Eitt arbeiði, sum er trupult, tá talan hvørja ferð er um teljandi dystir

Fótbóltur

 

Landsliðsvenjarin, Brian Kerr, hevur ein lítlan trupulleika.

- Tað er umráðandi, at vit hava ein landsliðshóp, sum er somikið stórur, at eg altíð havi spælarar at velja ímillum. Tí vil eg fegin geva nýggjum spælarum møguleika at vísa sítt virði, men sum umstøðurnar blivu, so høvdu vit ongan venjingardyst. Ístaðin byrjaði eg við dystum móti Serbia og Fraklandi, og tað sigur seg sjálvt, at tað ikki eru røttu dystirnar at lata ein ungan óroynda mann “líka” fáa ein hálvleik ella so.

- Ikki tí. Eg eri sera væl nøgdur við tað, sum spælararnir hava vístu í teimum báðum dystunum, sum vit hava spælt. Tí er talan heldur ikki um nakrar kollveltandi broytingar, men eg royni at justera nøkur smá ting hvørjaferð, og tí koma helst nýggj andlit at stinga seg upp av og á. Í hvussu so er, so hesir spælarar sleppa at prógva fyri mær, at teir eru nóg stinnir at vera partur av landsliðshópinum, sigur Brian Kerr.

Nýggju nøvnini í hópinum hesa ferð eru Levi Hanssen og Brian Olsen, sum báðir spæla í EB/Streymi. Og landsliðsvenjarin tykist sera spentur upp á at síggja, hvat hesir báðir hava at bjóða sær.

- Brian hevur ikki spælt so nógv alt árið, men hann hevur imponerað meg við sínum arbeiðsøki og entusiasmu, og hann er avgjørt ein framtíðar spælari. Samstundis hevur hann verið ein týðandi partur av góðu gongdini, sum EB/Streymur hevur havt seinastu dystirnar, og nú skal hann so prógva fyri mær, at hann eigur sítt pláss í hópinum.

- Og í nógvar mátar kann eg siga tað sama um Levi. Í øllum førum viðvíkjandi arbeiðsavriki og entusiasmu. Hartil er hann ein spælari, sum kann spæla fleiri pláss á vøllinum, uttan at tað gevur honum nakrar sum helst trupulleikar, og tað er heilt avgjørt eisini ein týdningarmikil dygd, tá tú ikki hevur óavmarkað tal av spælarum á dómaraseðlinum.