Føroyar komu í bólk saman við landsmonnunum hjá Brian Kerr landsliðsvenjara. Men hann hugsar fyrst og fremst um komandi uppgávuna móti Norðurírlandi.
Lutakastið til HM 2014 hevur verið í kvøld og Føroyar komu í bólk C saman við Kasakstan, Eysturríki, Írlandi, Svøríki og Týsklandi. Føroyski landsliðsvenjarin, írski Brian Kerr, sigur í stuttari viðmerking við portalin, at hann er fegin um lutakastið, men fokus er á komandi uppgávuni.
- Tað er eitt heilt ár til vit skulu í holt við hasa kappingina og nógv kann henda í fram til tá. Í løtuni hugsi eg bara um komandi uppgávuna móti Norðurírlandi. Tað eru nógv ting, ið skulu fast greiðu á áðrenn tann dystin, umframt at allir leikararnir skulu spæla minst ein dyst áðrenn í heimligu kappingini, sigur Brian Kerr.
Hann ásannar tó, at hetta er eitt gott lutakast. Tað er líka Kasakstan, ið hann hevur hug at taka burturúr.
- Írska liðið St. Patricks hevur fyri stuttum verið í Kasakstan og spælt. Teir høvdu nógvar trupulleikar við millum annað ferðingini. Men sum heild er hetta eitt gott lutakast fyri Føroyar. Londini liggja væl fyri og eru spennandi, sigur Brian Kerr.
Brian Kerr er í hesum døgum í Føroyar og leggur seinastu hond á fyrireikingarnar til landsdystin móti Norðurírlandi.