Brian Kerr skal hava stig

A-landsliðið - Foreldruni hjá Brian Kerr eru bæði ættaði úr Norður-Írlandi, og sum smádrongur var hann ofta í landinum. Fleiri av systkinabørnunum eru úr Norður-Írlandi. Tí verður talan um ein serstakan dyst hjá føroyska landsliðsvenjaranum í morgin

– Tá vit ikki skulu spæla móti Írlandi, var Norður-Írland tað besta, sum kundi henda.
Tað segði Brian Kerr við Sosialin, tá tað var greitt, at Føroyar vóru í sama undanbólki sum norðurírar.
Tí tað verður ein serstakur dyst­ur fyri landsliðsvenjaran í annað kvøld.
Kerr hevur ógvuliga tøtt ættar­bond til norðurírska grannalagið, og hann hevur gjørt greitt, at tað hevði verið serstakt fyri hann, um Føroyar fær stig.

Hevur vakt ans
Fjølmiðlarnir í Norður-írlandi varpa eisini ljós á føroyska lands­liðs­venjaran undan dystinum.
At írski Brian Kerr hevur til­knýtið til Norður-Írland er ikki ein fyrimunur á Svangaskarði í morgin, tí hann kennir til bretskan fótbólt.
Hann hevur leingi verið partur av bretsku fótbóltsmentanini, og tí veit føroyski landsliðsvenjaran, hvussu hann skal seta kílar í álops­spælið hjá Norður-Írlandi í annað kvøld.
Stephen Craigan, verjuspælari, staðfestir, at Kerr fer at gera alt fyri at fáa stig.
– Føroyska liðið er væl fyrireikað. Hann veit helst meira um okkara lið og okkara spæliskipan, enn um sítt egna lið. Tað fer at hjálpa teimum. Hann vil vinna móti okkum. Hann vil smílast aftaná. Tað er Írland móti Norður-Írlandi, um tú vil rópa tað so, sigur Stephen Craigan, sum spælir við skotska Motherwell, við Press Associaion.
Verjuspælarin sigur, at Brian Kerr hevur tikið á seg eina stóra upp­gávu við at stjórna føroyska lands­liðnum.
– Hann er altíð ágrýtin. Tað prógvaði hann sum landsliðsvenjari hjá Írlandi. Kerr vil hava eitt gott úrslit, og vit skulu stríðast fyri at fáa fult, sigur hann.

Nøkur ivamál
Tað er framvegis ivasamt, um Símun Samuelsen og Jóhan Troest Davidsen verða í føroysku byrjunar­uppstillini í morgin.
Hóast skaða, hava teir vant við í vikuskiftinum, men mánamorgunin var ikki endaliga greitt, at Samuelsen og Davidsen spæla við full­ari megi í morgin.
Jann Ingi Petersen, sum var smá­skaddur undan dystinum móti Slovenia fríggjakvøldið, tykist verð­ur tøkur.
Tað eydnaðist ikki at fáa við­merking frá Brian Kerr.