Danski fótbóltspílagrímurin Brian Laudrup, sum seinasta hálva árið hevur spælt saman við m.a. Toda Jónsson í FC Keypmannahavn, fer nú til hollendska felagið Ajax Amsterdam, har hann ? eftir øllum at døma ? skal spæla komandi tvey árini.
Tað vakti miklan ans, tá Laudrup kunngjørdi, at hann ikki longur hevði hug at spæla í FCK, hagar hann kom úr Chelsea, tí honum longdist heim til Danmarkar.
Í Chelsea spældi hann bert nakrar fáar mánaðir, áðrenn hann fór til FCK, men nú gongur leiðin altso til hollendska høvuðsstaðin og Ajax.
Brian Laudrup sigur við skotska blaðið Daily Record, at hann valdi at brúka høvdið heldur enn hjartað, tá hann skrivaði sáttmála við Ajax Amsterdam.
? Eg havi altíð sagt, at tey bestu fýra fótbóltsárini í mínum lívi vóru í Glasgow Rangers, og tað var sera freistandi hjá mær at venda aftur til Skotlands, sigur Brian Laudrup.
Hann sigur, at millum tey ikki færri enn 15 tilboðini, hann fekk frá feløgum runt um í Europa, stóð valið millum Ajax og Rangers.
? Hjartað segði ja, men høvdið segði nei. Eg sakni plássið, fólkini í felagnum og gleðina við at spæla fyri Rangers, men eg má taka til takkar við hesum góðu minnunum, sigur Brian Laudrup.
Hann fylgir nú í fótafetunum hjá eldra beiggjanum Michael Laudrup, ið endaði sítt lív sum yrkisfótbóltsspælari í Ajax Amsterdam.
Burtursæð frá tíðini í Rangers hevur Brian tó ongantíð veruliga megna at sláa ígjøgnum á sama hátt sum stóribeiggin, ið herfyri varð kosin besti útlendski spælari nakrantíð í Spania, har hann spældi við bæði Barcelona og Real Madrid.