Brian Laudrup gevst á danska landsliðnum

Tað kom sum ein bumba, tá ið stjørnuspælarin Brian Laudrup í gjár boðaði frá, at hann gevst við at spæla á danska landsliðnum

Hann er elskaður av fótbóltsáhugaðum kring allan heim, ikki minst í Føroyum, men nú hevur hann so valt at seta landsliðsskógvarnar á hillina, samstundis sum bróðir hansara, Michael, hevur lagt fótbóltslívið aftur um seg. Fyrrverandi Glasgow Rangers-áleyparin og komandi Chelsea leikarin gevst við at spæla landsliðsfótbólt.

Brian Laudrup sigur, at hann tók avgerðina fyri einum hálvum ári síðani, og at orsøkin er, at hann er við at verða mettur av fótbólti, og tískil vil geva pláss fyri yngri kreftum.

Hann leggur tó dent á, at avgerðin einki hevur at gera við, at bróðirin eisini er givin. ?Eg steðgi eftir ein av teimum størstu dystunum, sum eitt danskt landslið nakrantíð hevur leikt, nevnliga eina HM-fjórðingsfinalu. Eftir eina slíkan dyst og eitt EM-heiti er man mettur av landsliðsfótbólti.

Tað er einki yvir at dylja, at hetta er eitt stórt tap fyri danska landsliðið. Tað ger heldur ikki støðuna betur, at avgerðin kemur samstundis sum Michael Laudrup júst hevur spælt sín síðsta dyst. Laudrup-beiggjarnir eru jú fótbóltsúrmælingar burturav, og tað kemur at krevja sínar menn at fylla tómrúmini eftir teir báðar. Ein, ið helst skal fylla eitt av hesum tómrúmum, er Martin Jørgensen, sum fekk sítt veruliga gjøgnumbrot undir Heimsmeistarakappingini.


Heldur fram við liðfótbólti

Tíbetur fyri fótbóltsáhugaði hevur Brian Laudrup ongar ætlanir um at gevast heilt við at spæla fótbólt, og fyri okkum, sum dáma væl at fylgja við í enskum fótbólti, verður tað spennandi at síggja danan fara á vøllin fyri nýggja liði hjá sær, Chelsea.

Eisini kunnu vit gleðast yvir, at úrmælingurin hevur verið í Føroyum og víst síni kynstir, tá ið GÍ og Glasgow Rangers leiktu undandyst í Europa-Cup seinasta summar. Tíverri noyddist hann at fara av vøllinum tíðliga í tí dystinum orsaka av einum skaða. Haraftrat hevur Brian Laudrup leikt landsdyst ímóti føroyingum. Tað var hin 10. oktober í 1990, tá ið 38.500 fólk sóu danir vinna 4-1 á føroyingum í gomlu Ítróttarparkini. Tann dystin gloymdi Brian Laudrup sikkurt skjótt, tí at hann fekk lítið og einki burturúr, so væl sum hann var dekkaður av núverandi landsliðsskiparanum Jan Dam.

Brian Laudrup gevst, meðan hann leikliga er í hæddini. Fyri knappari viku síðan, bleiv hann úttikin av FIFA til eitt heimslið, sum var valt út frá teimum fyrstu 54 dystunum, sum vóru leiktir undir HM.