Brian Smedemark er í dag settur sum nýggjur fíggjarstjóri fyri Føroya Tele.
Leiðslan í Føroya Tele hevur gjørt av at seta Brian Smedemark í starvið sum fíggjarstjóri.
Brian Smedemark er 32 ára gamal, hann er útbúgvin cand. oecon í 2006 frá universitetinum í Aarhus, og hann hevur starvast á Føroya Tele síðan mars 2008. Áðrenn Brian kom á Føroya Tele arbeiddi hann hjá BankNordik, og umframt tað hevur hann undirvíst á Fiskivinnuskúlanum og Handilsskúlanum.
Brian Smedemark hevur verið settur fyribils fíggjarstjóri, síðan Jan Petersen valdi at siga seg úr starvi í januar í ár.
Talan er sostatt um ein mann, ið kennir okkara fyritøku væl innanífrá, sum er valdur at standa á odda fyri fíggjarviðurskiftunum hjá Føroya Tele, sigur Føroya Tele í tíðíndaskrivi.
Brian Smedemark hevur Fíggjardeildina, Roknskapardeildina, KT-deildina og Goymsluna sum sítt beinleiðis ábyrgdarøki.