Brian Wilson úr Beach Boys er deyður

Tónleikarin, ið var ein av stovnarunum av The Beach Boys, Brian Wilson er deyður, skriva útlendskir miðlar.

 

Brian Wilson var einans 19 ár, tá hann var ein teirra, ið setti á stovn kenda tónleikabólkin Beach Boys í California.

 

Bólkurin var í stóran mun mettur at vera ein ”familjufyritøka", ti tveir brøður hjá Brian vóru við, Carl og Dennis. Eisini var systkinabarnið Mike Love við, og skúlafelagin Al Jardine.

 

Bólkurin gav út eini 30 útgávur, og gjørdi eisini filmar, síðani teir komu fram í 1961.

 

Brian Wilson var framleiðari, tá útgávan Pet Sounds kom út í 1966, og hann skrivaði eisini tað mesta av tónleikinum. Útgávan verður mett sum meistaraverk. Av summum verður hon mett sum besta útgáva yvirhøvur.

 

Brian Wilson hevur verið mettur sum undangongumaður , tá um nýtímans tónleik ræður.

 

Sum so mangir bólkar í seksti- og sjeytiárunum, vóru rúsevni upp í leikinum. Hetta, saman við tungari arbeiðsbyrðu, hevði við sær sálarkvøl, og Brian Wilson hevur síðani ungdómsár stríðst við hetta.

 

Ósemja vaks í bólkinum, og at enda var Brian Wilson settur uttanfyri. Tað eydnaðist honum at koma fyri seg, og at fáa undanvind á egnum beinum.

 

Í 2004 kom útgávan «Smile» hjá Brian Wilson. Tá var hann komin fyri eg, eftir misnýtslu av rúsevnum, og hjálpti konan Medina honum væl við hesum. Hana hitti hann í nítiárunum.

 

Í 2024 avgjørdi ein dómari í verjumáli, at Wilson skuldi gerast ómyndugur. Hetta hendi, tá kona hansara var deyð.

 

Ein lækni kom sama ár til ta niðurstøðu, at umframt annað, so hevði Wilson demens.

 

Brian Wilson gjørdist 82 ára gamal.