bridge
O.K Bridge, ið er tann størsti Bridgeklubburin á alnetinum, skipar á hvørjum ári fyri einari liðkapping, har nógv sera sterk lið um allan knøttin spæla við. Kappingin er skipað sum ein Cup-kapping. Eitt lið úr Føroyum var við hesuferð, á tí liðinum vóru:
Rói á Rógvu Joensen - Heðin Mouritsen
Bogi Simonsen - Arnbjørn Sivertsen
Mótstøðuliðið var eitt sterkt dankst fyrstudeildar lið, Thorvald Ágaard, sum er kendur av nógvum føroyskum bridgespælarum, var liðskipari.
Avtalað var frammanundan, at spælast skuldu tveir hálvleikir á 12 spøl. Men hetta gekk ikki sum ætlað. Vit høvdu nógvar tekniskar trupuleikar og endin varð, at vit spældu ein hálvleik á 11 spøl. Vit taptu dystin tepurt og vóru rættuliga ónøgdir við hetta úrslit. Vit høvdu fleiri møguleikar at vinna.
Hetta spælið var eitt av teimum,sum avgjørdi dystin.
Makkarin opnar 1nt, ið vísir 15-17 hp.
Tú hevur
SP KD109432
HJ E856
Rú 78
KL -
Av tí at vit báðir ikki spæla saman vanligt, høvdu vit ikki avtalað systemi eftir 1nt nøktandi. Bogi valdi tí at síggja burtur frá 4 litinum í hjartara og melda 3 sp, ið er slemminvit við langliti í spaðara.
Arnbjørn hevði:
SP E85
HJ DB109
RÚ E102
KL E87
Arnbjørn hevði sama trupuleika sum eg, hann var ikki heilt vísur í, hvat vit spældu við, so hann valdi at binda um heilan fingur og melda 4 spar. Eg tordi ikki at fara víðari og segði sostatt pass, væl vitandi um at 6 spar kundi verða í kortinum um tey passaðu væl saman. Hendan avgerðin kostaði okkum 13 imp.
Vit høvdu spælt nakrar ferðir á netinum áðrenn hesa kapping, fyri at fáa venjing. Tað eina kvøldið vunnu vit nógv uppá hetta spælið.
E/ N-S
N E S V
Arnbjørn Bogi
- 3kl dbl 3sp
dbl pass pass 3nt
4rú pass pass pass
Spælið sá soleiðis út:
Sp 1092
Hj B1087
Rú ED872
Kl 2
Sp 8763 Sp 54
Hj 94 Hj D32
Rú K654 Rú 3
Kl B96 Kl ED10875
Sp EKDB
Hj EK65
Rú B109
Kl K3
NS hava bæði 6rú og 6hj í kortunum, so hetta spælið gav okkum 100 % av skoruni. Heldur óvæntað, at eitt slíkt bluff skuldi eydnast so væl.