Bridge- árið byrjar við Føroya Bjór Simultan kappingini.
Spælt verður samstundis í Klaksvík, í Tórshavn og í Vági.
Skipað hevur verið fyri Føroya Bjór Simultan kappingini síðan 1990 og er kappingin vælumtókt. Spælt verður við somu kortum í teimum trimum spælistøðunum, og funnið verður fram til vinnara á hvørjum staði og vinnara fyri alt landið.
Formanskifti í Føroya Bridge Sambandið
Jón Rasmussen var formaður í Føroya Bridge Samband frá 1991 til 1994 og aftur síðan umboðsfundin í apríl 2007.
Vegna broytt arbeiðsviðurskifti boðaði hann frá, at hann tók seg úr nevndini.
Inn í nevndina kom eykalimur Marjun Restorff, og á nevndarfundi 4. januar hevur nevndin skipa seg av nýggjum.
Jákup Hjaltalin heldur fram sum kappingarleiðari og Jórun Johansen heldur fram sum peningarøkil. Marjun Restorff er nýggjur formaður.
Marjun Restorff er ein av bestu føroysku bridgespælarnum. Hon hevur umboðað Føroyar á kvinnulandsliðnum. Hon hevur lagt nógva orku í bridgeskúlan og annars at menna áhugan fyri bridge sum ítrótt.
Meira sæst á heimasíðuni hjá Føroya Bridge Samband www.bridge.fo