Bridge: Steypasigur til Mortan Sólheim

Hálvfinalurnar og finalan í steypakappingini vóru leiktar í Norðurlandahúsinum leygardagin.

Hálvfinalurnar og finalan í steypakappingini vóru leiktar í Norðurlandahúsinum leygardagin.

Í aðrari hálvfinaluni møttust liðini hjá Mortan Sólheim og Henriette Svenstrup, meðan liðini hjá Robert Langgaard og Boga Simonsen hittust í hinari hálvfinaluni. Bæði í hálvfinaluni og í finaluni vóru leikt 28 spøl. 

Liðini vóru mannaði soleiðis:

Robert Langgaard: Dia Jacobsen, Jens Pauli Nolsøe, Hans Jákup Petersen

Henriette Svenstrup: Jórun Johannensen, Oddmar Danielsen, Marjun Restorff

Mortan Sólheim: Haldor Ellingsgaard, Símin Lassaberg, Magni Jøkladal

Bogi Simonsen: Arne Mikkelsen, Arnbjørn Sivertsen, Jákup Hjaltalin

Lutfallsliga javnt leikaði á í hálvfinaluni millum liðini hjá Mortan Sólheim og Henriette Svenstrup. Endin gjørdist at liðið hjá Mortan Sólheim vann við 12 impum. Í hinari hálvfinaluni vann liðið hjá Boga Simonsen greitt móti liðnum hjá Robert Langgaard.

Í finaluni møttust sostatt liðini hjá Mortan Sólheim og Boga Simonsen. Talan var um ein lutfallsliga javnan finaludyst. Í hálvleikinum var bert 1 imp á muni, og sostatt var spenningurin varðveittur til seinastu 14 spølini. Her dróg liðið hjá Mortan Sólheim longra stráðið og vann seinna hálvleik við 11 impum og sostsatt dystin við samanlagt 57-45.