Á hvørjum ári verður stór simultankapping innan bridge fyriskipað, og árið í ár er einki undantak í so máta. Bridgesambandið hevur júst sent út tíðindaskriv, har boðað verður frá hesi kapping, eins og steypakappingini.
Føroya Bjór simultan
Føroya Bjór Simultan verður nú leygardagin 22. januar.
Hetta er ein parakapping fyri allar Føroyar, har tey somu kortini verða spæld samstundis á teimum ymsu spælistøðunum.
Spælt verður í Klubbanum á Tvøroyri (tekning hjá Ásu Jacobsen, tel. 37 12 39) , í gamla skúla í Miðvági (tekning hjá Jákupi Egholm, tel. 33 35 42), í Matmøðrafelagshúsinum í Klaksvík ( tekning hjá Sámal Júst Dahl, tel. 45 58 68), í Lonini í Fuglafirði (tekning hjá Dia Jacobsen, tel. 44 42 70), og í Bridgehúsinum í Havn (tekning hjá Boga Simonsen, tel. 31 20 33).
Byrjað verður at spæla klokkan 10 fyrrapartin. Spæld verða í minsta lagi 28 spøl.
Í fjør tóku 54 pør lut í kappingini, og FBS væntar eina minst líka stóra luttøku hesa ferð.
Tað samlaða úrslitið fyri landið verður kunngjørt í bløðunum og í útvarpinum komandi viku. Tey, sum hava atgongd til internetið, kunnu síggja úrslitini á heimasíðuni hjá Havnar Bridgefelag (www.bridge.fo) so skjótt sum uppgerðin er liðug - helst seint leygarkvøldið.
Steypakappingin
Nú er eisini tíð at tekna seg til steypakappingina. Seimifinalurnar og finalan í steypakappingini verða seinast í mars mánaða. Hvussu tey innleiðandi umførini verða spæld, veldst um, hvussu nógv lið tekna seg. Seinasta freist at tekna lið til steypakappingina er 5. februar hjá Boga Simonsen, kappingarleiðara, á telefon 31 20 33 ella Marjun Restorff, telefon 31 91 42.