Bridgerton stórt hitt á Netflix

Nýggja girndarmikla røðin Bridgerton, er ein tann best umtókta dramarøðin, sum nakrantíð hevur verið á Netflix

Nýggja girndarmikla røðin Bridgerton, er ein tann best umtókta dramarøðin, sum nakrantíð hevur verið á Netflix.

Netflix boðar frá, at um 82 milliónir húsarhald hava stroymt røðina fyrstu 28 dagarnar, hon hevur verið tøk á stroymingartænastuni.

Røðin er á top tíggju listanum á øllum maknaðunum, sum Netflix er á – undantikið Japan, og røðin er nummar eitt á sama lista í 83 londum.