Ein kenningur um okkara leiðir, Brigitte Bardot, sum var nógv at síggja her millum oyggjar okkara í summar, hevur fingið trupulleikar í Suðuríshavinum, har Sea Shepherd roynir at steðga japanskari stórhvalaveiði.
Steve Irwin, sum Sea Shepherd eisini eigur, er eisini staddur um hesar leiðir, men tá Brigitte Bardot kom í havsneyð, var Stewe Irwin einar 17 tímar burtur.
Sambært heimasíðum er manningin umborð Brigitte Bardot ikki í lívsvanda, men hevur tørv á hjálp, tí skrokkurin á bátinum hevur fingið skaða.