Brimborg og gastronomiska Gøta

Tað er hugaligt, at tað nú eisini eru slík matstøð sum Brimborg uttan fyri Havnina, tí hetta er við til at menna bæði ferðavinnu og gastronomi.

 

 

 

Matstovan Brimborg við Gøtugjógv, sum Eirikur á Húsamørk eigur, hevur fingið eina góða byrjan. Tey, sum hava skil fyri matstovuvirksemi, eru sannførd um, at Brimborg er ein matstova við sera høgum ambitións støði undir leiðslu av kokkinum, Michael.

 

Nú leygarkvøldið verður so aftur Chef's Selection - Fine Dining Menu, sum tey rópa tað - við ikki færri enn 10 rættum. Pláss er fyri sløkum 65 gestum á Brimborg, og vit hava skilt, at tað longu nú eru um at verða fullsett.

 

Tað er hugaligt, at tað nú eisini eru slík matstøð uttan fyri Havnina, tí hetta er í stóran mun við til at menna bæði ferðavinnu og gastronomi. Ivaleyst kemur tað eisini sera væl við hjá G-Festivalinum at hava fingið Brimborg sum granna.

 

Tað er á adressuni Gøtuvegur 2 við Gøtugjógv, har nógv ymiskt virksemi hevur verið gjøgnum tíðirnar, at nýggja, hugnaliga og forvitnisliga matstovan heldur til. Hetta er í bygninginum, tey í Gøtu rópa Brimborg, og tað júst Brimborg, sum eisini er navnið á nýggju matstovuni.  

 

##med2##