Ilt var í sjónum í Leirvíkfirði fríggjadagin og somuleiðis heilt fitt av vindi. Tað breyt rættuliga nógv við grótkastið. So hart, at nøkur ógvuslig brot tóku seg uppum og elvdu til skaða á tveir bilar, sum stóðu parkeraðir í norðara enda á ferjuleguni.
Nógv smágrót, runa og onkur stór grót komu við brotinum, og tað sást serliga væl á aftur á kavanum, sum lá hvítur og reinur áðrenn brotið.
Brotið var so mikið ógvusligt, at tann eini bilurin varð fluttur inn í ein annan. Somuleiðis hevði nógv sjórok verið har fríggjadagin.
Frá løgregluni í Eysturoynni verður sagt, at sjógvurin slætnaði so við og við út á dagin. Landsverksfrøðingurin ruddaði meginpartin av grótinum og rununi burtur. Tey fingu tó ikki ruddað alt, tí bilar stóðu parkeraðir á økinum.
Fólk sum sótu í teirra bilum og bíðaðu eftir Dúgvuni siga, at talan var um eitt sera ógvusligt brot, og at tað var heppið, at ongin gekk framvið grótkastinum júst ta løtuna.