Brimheim skal á Spot festival

Føroyska songkvinnan verður við á kendum festivali

Spot Festivalurin í Aarhus hevur kunngjørt fyrstu nøvnini til árins tiltak, sum verður dagarnar 6. og 7. mai.

 

Eitt av teimum 15 nøvnunum er føroyska Brimheim, sum í næstum gevur út sína fyrstu heildarútgávu – hon hevur áður útgivið ein væl umtókta ep.

 

Spot festivalurin er tiltak fyri nýggjari tónleikarar, sum eru á veg fram, og í nógvum førum gevur festivalurin ábendingar um, hvørjir bólkar og sangarar kunnu fáa gjøgnumbrot.