Brislingur sást allastaðni á rætta dýpinum

Jákup Sverri hevur gjørt kanningar av brislingi á Skálafirði og Tangafirði.

 

 

Í tíðarskeiðinum, 22.-24. apríl, gjørdi nýggja havrannsóknarskipið, Jákup Sverri, ekkókanningar av brislingi á Skálafjørðinum og Tangafirði. 

 

- Brislingur var at síggja mest sum allastaðni, har dýpið var meir enn umleið 25 metrar. Tað var heldur meir av brislingi at síggja á Tangafirði enn á Skálafirði, veit Havstovan at siga í dag.

 

Lagt verður aftrat, at um dagin sást brislingurin í smáum torvum nær botni og sum størri stimar uppi í sjónum. Støddin á fiskinum, sum stóð niður móti botni, var blandað, mest tvey ára gamal fiskur, meðan skriftin, sum sást uppi móti vatnskorpuni, var smáur ársgamal brislingur.

 

- Í skýmingini lyfti brislingurin seg upp frá botni og loystist heilt upp í vatnsúluni, sum tey á Havstovuni taka til. Sagt verður eisini, at eingin lodna varð fingin á túrinum, og sostatt er lodnan, sum varð fingin í kanningunum fyri einum ári síðani, ikki at síggja í ár.

 

Tó varð lodna fingin fyrr í ár í yvirlitstrolingunum á landgrunninum, so óvist er, hvar hon er farin, siga tey á Havstovuni, sum leggja aftrat, at øll túrafrágreiðingin frá brislingatúrinum hjá Jákupi Sverra kann lesast um heimasíðuna - www.hav.fo 

 

##med2##