Britney er liðug sum sjónleikarinna

Britney Spears skal ikki rokna við at halda fram sum sjónleikarinnu í amerikansku sjónvarpsrøðini ?How I met Your Mother?. Hetta greiddi sjónleikarin Neil Patrick Harris frá fyri FemaleFirst. Britney fekk sera nógva jaliga umtalu fyri leiklut sín í røðini og hon gav røðini flestu hyggjarar nakrantíð, men hon skal hóast hetta altso ikki væntað at verða biðin aftur. Í seinastuni hevur slaturin í Hollywood gingið um, at framleiðararnir av røðini vóru bergtiknir av Britney og at teir tískil ætlaðu at bjóða henni ein fastan leiklut í røðini, men hetta samsvarar als ikki við veruleikan sambært Harris:

- Nei, tað passer ikki. Britney er ikki sjónleikarinna. Hon spældi leiklut sín í eina viku og tað dugdi hon avbera væl. Men stóra arbeiðsbyrðan hjá einum sjónleikara er krevjandi. Man skal minnast nógvar replikkir og man skal duga at tillaga seg broytingar ? og tað er eitt stórt trýst, um tú skalt gera tað fleiri vikur í senn. Eitt er at gera tað einaferð, men tað er hart at vera noyddur at gera tað í fleiri vikur.

Við hesum sær út til, at Britney er liðug sum sjónleikarinna ? beint nú undir øllum umstøðum. Tíbetur sær framtíð hennara eitt sindur ljósari út við nýggju verkætlanunum?