Britney sum Bondbabe

Sjónvarpssendingin ?Ekstra? vil vera við, at poppstjørnan Britney Spears í løtuni tosar við framleiðararnar av James Bond-filmunum um at spæla Bondbabe. Tá ið Britney spældi høvuðsleiklutin í filminum ?Crossroads? í 2002 funnust nógvir kritikkarir at henni, men nú sær út til, at hon kanska aftur er klár til at royna seg sum sjónleikari ? í øllum førum vil nýggjasti slaturin vera við, at tað var Britney, sum sjálv hevði biðið um at sleppa at tosa við framleiðararnar av Bondfilmunum.

 

Nógvar aðrar kendar sjónleikarinnur hava áður roynt seg sum ?Bond-babes? m.a. Ursula Andress, Jane Seymour, Denise Richards, Halle Berry og Eva Green.