Sangfuglurin Britney Spears, sum júst hevur givið stóru comebackfløgu sína ?Circus? út, vil fegin giftast aftur skjótt.
- Um fimm ár kundi eg gott tonkt mær at verða gift aftur og fáa ein nýggjan faðirfigur til børn míni, sum kann forsyrgja teimum og sum er stabilur.
Man hetta vísa, at Britney er við at vera liðug við ballingartúrar sínar? Sjálv sigur hon, at henda tíðin í lívi hennara er av, men fyri nøkrum døgum síðani feiraði hon 27-ára føðingardag sín á G-A-Y-klubbanum í londum.
- Mær dámar ikki serliga væl at ganga í býnum, sigur hon við rithøvundan James Patrick Herman. ? Eg hati klubbar. Eg hati at vera saman við ov nógvum fólki. Eg elski heim mítt og at liggja í songini og hyggja eftir ?Dancing with the Stars? ella at lesa bøkur hjá Danielle Steel. Eg eri eitt sindur óáhugaverd.