Britta: Løgreglan veit hvar hon er

Danska bakmansløgreglan vil helst, at Anna Britta Nielsen kemur sjálv til Danmarkar og meldar seg.

 

- Tá bakmansløgreglan í dag segði, at tey hava eitt ánilsi um, hvar Anna Britta Nielsen er, sigur løgreglan í veruleikanum, at tey vita akkurát, hvar hon er.

 

Tað heldur Bent Isager-Nielsen, fyrrverandi løgregluovasti og kanningarstjóri hjá donsku løgregluni. Hann heldur, at tey høvdu ikki sagt soleiðis, um tey ikki vistu, hvar kvinnan er.

 

- Hetta er eina áheitan, soleiðis at Anna Britta Nielsen kann gera tað lættari fyri allar partar, sigur hann við danska blaðið, BT.

 

Bent Isager-Nielsen heldur, at danska løgreglan ógvuliga gjarna vil sleppa undan at handtaka hina 64 ára gomlu í útlandinum, tí tað kann koma at taka sína tíð at fáa hana útflýggjaða.

 

- Tað, sum bakmansløgreglan roynir at siga, er, at tey fáa fatur í henni undir øllum umstøðum, men løgreglan vil helst, at Anna Britta Nielsen sjálv kemur til Danmarkar og meldar seg.

 

Fyrrverandi løgregluovastin og kanningarstjórin sigur, at hetta hevði verið nógv lættari enn, um Anna Britta Nielsen skal sita í fongsli í einum landi langt burturi, tí tá kann tað skjótt ganga fleiri vikur, áðrenn hon verður útflýggjað.

 

Sum skilst, hevur bakmansløgreglan fyrr í dag eggjað Anna Britta Nielsen, sum er undir illgruna fyri at hava svikað fyri 111 miljónir krónur, til at melda seg sjálva.