FM í talvi fyri einstaklingar er á hvørjum ári í páskafrítíðini. Soleiðis verður eisini í ár. Tað er Sandavágs Talvfelag, ið er vertur fyri kappingini, sum verður í skúlanum á Giljanesi.
Lagt verður fyri í morgin klokkan 14, og so verður telvað fram til annan leygardag, páskaaftan, tá ið níggjunda og síðsta umfar verður.
Styrkistølini siga, at tað eru tveir sandavágsmenn, sum eru favorittar at vinna FM. Talan er um brøðurnar Høgna Egilstoft Nielsen og Rógva Egilstoft Nielsen, sum eru teir við hægstu styrkistølunum. Talið hjá Høgna er 2316, og hjá Rógva er tað 2304.
Rógvi vann FM í fjør, og Høgni vann FM í 2014. Olaf Berg, sum var meistari í 2013, luttekur ikki í FM kappingini í ár.
Merkisvert er tað, at teir eru tríggir úr sama húsi, ið eru millum teir tíggju í landsliðsbólkinum. Umframt Rógva og Høgna Egilstoft Nielsen er pápi teirra, Torkil Nielsen, eisini í landsliðsbólkinum.
Meiri enn helminurin av teimum, sum í morgin fara at kappast um at vinna meistaraheitið í talvi fyri einstaklingar í 2016, hava áður vunnið henda heiður. Talan er um seks av teimum tíggju í landsliðsbólkinum. Umframt Rógva og Høgna Egilstoft Nielsen eru tað Torkil Nielsen, Hans Kristian Simonsen, Martin Poulsen og Carl Eli Nolsøe Samuelsen.
Umframt í landsliðsbólkinum verður telvað í unglingabólki, 1. bólki og opnum bólki.
Fyrstu leikirnir verða fluttir leygardagin klokkan 14.00.
Fyrsta umfar í landsliðsbólkinum
Høgni E. Nielsen (2316) - Hans Kristian Simonsen (2133)
Rógvi Egilstoft Nielsen (2304) - Finnbjørn Vang (2095)
Tummas Martin Sólsker (1978) - Torkil Nielsen (2163)
Martin Poulsen (2234) - Carl Eli Nolsøe Samuelsen (2214)
Silas Eyðsteinsson (2006) - Sjúrður Thorsteinsson (2201)