Hóast venjaraskifti og vánalig úrslit, so sleppur Gunnar Nielsen framvegis ikki at spæla í skotska felagnum. Í gjár gjørdi kappingarneytin hjá Gunnari ikki færri enn tveir rimmar brølarar, tá Motherwell tapti 4-1 fyri Dundee.
Til ber at síggja brølararnar og samandráttin frá dystinum við at trýsta á pílin á myndini
Farna kappingarár spældi Gunnar Nielsen yvir tjúgu dystir fyri besta liðið hjá Motherwell, sum millum annað bleiv nummar tvey í Premier League. Hetta kappingarárið ber einki til, og fær hann ikki møguleikan eftir hesar brølararnar frá Dan Twardzik, so er ilt at ímynda sær at talan er um ítróttarligar orsøkir, til at Gunnar situr á bonkinum.
Les eisini: Gunnar Nielsen til Brunei
Serliga eru tað málini til 3-1 og 4-1, har málverjin hjá Motherwell sær illa út. Spurnartekin kunnu helst eisini setast við málið til 1-0 til Dundee. Gunnar Nielsen hevur sáttmála fyri hetta kappingarárið, men kann longu nú tosa við onnur feløg.