Longu í gjár hittust VB/Sumba og næstbesta liðið hjá EB/Streymi á Vágseiði, har líkindini ikki vóru góð at spæla fótbólt.
Orsøkin til, at dysturin varð spældur longu í gjár, var, at teir í EB/Streymi høvdu boðað frá, at hetta var einasti møguleiki hjá teimum í vikuskiftinum at manna lið.
Heimaliðið vann 4-1, og eftir dystarlok vórðu heiðursmerkini handað VB/Sumba. Longu frammanundan var greitt, at hetta var síðsti dystur í næstbestu deildini hjá EB/Streymi á hesum sinni.
Málini hjá VB/Sumba skoraðu Eyðstein í Lágabø (2), Birgir Jørgensen og Jónar Dahl.