Bronsan er vís

Tjaldur-StÍF 26-29 (12-10):
Strandingar sópaðu seinasta ivan av vegnum, tá teir vunnu útidystin móti Tjaldri, og nú er bronsan so komin til høldar

Hondbóltur ? menn

Tað hevur ligið í luftini seinastu nógvu vikurnar, og nú varð tað so staðfest. StÍF tekur sær av bronsumerkjunum, og harvið er mest sum alt puslispælið í bestu mansdeildini lagt. Eisini hóast VÍF enn ikki hevur tryggjað sær meistaraheitið.

Nýttu eitt korter
Sunnudagin vitjaðu strandingar hinumegin fjørðin, og hóast talan var um ein spennandi dyst, so endaði alt við, at gestirnir gjørdu bart.
Leingi var annars líkt til, at Tjaldur veruliga ætlaði sær at gera nakað við grannarnar hesaferð. Í fyrra hálvleiki var heimaliðið omaná, men alt koppaði á høvdið miðskeiðis í seinna hálvleiki.
Tjaldur var tá á odda við einum tveimum málum, men innan eitt lítið korter var munurin brádliga átta hinvegin. At Tjaldur so fekk minkað nakað um munin móti endanum, komst einamest av, at strandingarnir nú tóku sær av løttum.

Bronsan vís
Sum sagt, so tryggjaðu strandingar sær í øllum førum bronsuna sunnudagin, men hóast nógv enn kann henda á pappírinum, so verður tað neyvan til meira enn tað sama. Enn kunnu strandingar røkka Neistanum og enn kann Neistin røkka vestmenningum, men tða hendir neyvan so nógv seinastu dystirnar, at raðfylgjan verður nakað broytt í oddinum.
Tað kann hon hinvegin gera í niðaru hálvu. Ikki minst man tað hava sálarligan týdning í Runavíkini, um teir megna at vinna seg upp á eitt søguliga høgt fjórða pláss, og ivaleyst verður tað hetta, sum meddað verður eftir seinastu dystirnar á árinum.

Dysturin í tølum
Tjaldur-StÍF 26-29 (12-10)
Málskjúttar:
Tjaldur: Sverri Justinussen 8, Mortan Hansen 7(2), Zoran Sarcevic 5, Dragia Stojovic 5, Dan Thorleifsson 1
StÍF: Marius Joensen 8, Artur Johansen 5, Sveinur Justinussen 5(3), Alexandur Johansen 3, Jón Rasmussen 3, Bent Djurhuus 2, Costin Dumitrescu 1, Anfinnur Joensen 1, Andre F. Danielsen 1

Mynd: StÍF-Tjaldur
Innan eitt korter í seinna hálvleki avgjørdu strandingar dystin móti Tjaldri, og nú hava teir í øllum førum tryggjað sær bronsuna