Bronsan glapp Føroyum av hendi

NEVZA U19, menn:

Føroyar – Ongland 1-3 (25-19, 23-25, 25-27, 24-26)

 

Tað sá so lovandi út, tá Føroyar høvdu vunnið fyrsta settið í bronsudystinum ímóti Onglandi í NEVZA flogbóltskappingini fyri U21 landslið, men endaði við vónbroti, tá Ongland tepurt hevði vunnið tey næstu trý settini.

 

Í fyrsta setti komu stigini hjá báðum liðum í stimum, har Føroyar løgdu seg á odda 11-5 og 18-11, men í báðum førum svaraði Ongland aftur og minkaði um munin til 11-12 og 19-20 (til Føroyar). Síðsta stiman áttu Føroyar tó, sum við fimm bóltum á rað vunnu 25-20.

 

Í øðrum setti var Ongland leingi á odda, viðhvørt við fýra stigum, men Føroyar javnaðu til 15-15 og fóru framum 23-20. Snópisligt var tá at síggja Ongland vinna næstu fimm bóltarnar og settið 25-20.

 

Føroyar fótaðu sær tó aftur, og støðan sá góð út, tá talvan segði 17-11 til Føroyar. Men eingilskmenninir  vóru treystir og bardu seg framum 21-20. Føroyar tóku tó leiðsluna aftur og førdu 23-21, men Ongland javnaði enn einaferð. Føroyar fingu eisini tveir settbóltar, men Ongland hóraði undan og vann ístaðin 27-25.

 

Fjórða sett var ógvuliga javnt, og liðini skiftust um at vera á odda; sjáldan við meira enn einum stigi.  Soleiðis gjørdist støðan 20-20, 21-21, 22-22, 23-23 og 24-24, áðrenn Ongland vann neyðugu tvey stigini og settið 26-24 – og harvið eisini bronsuna.

 

Føroyar endaðu tí á fjórða plássi í kappingini, og Ísland gjørdist nr. fimm. Kl. 17 spæla Danmark og Svøríki finalu.

 

---------------------------------

Flogbóltssamband Føroya

---------------------------------