Bronsan helst rokin

Møguleikin at endurvinna bronsuna í skeet frá seinastu oyggjaleikum er so at siga horvin

Tað gekk illa í hond við skjótingini hjá Marius Joensen og Magna Dam í gjár. So mikið illa, at dreymurin um hjá Mariusi Joensen um at endurvinna bronsuna frá leikunum á Hetlandi, nú bara livir í teoriini.

- Eg veit ikki hví tað gekk so, men eg haldi at flestu skjúttarnir av eini ella aðrari orsøk høvdu ein lítlan off-dag nú, staðfesti Marius eftir skjótingina í gjár.

Hann liggur í løtuni nummar tíggju við 56 dúgvum. Magni Dam liggur nummar tólv við 54 dúgvum.

Finalan rúmar bara seks skjúttum, men hóast tað sambært skjúttunum sær svart út hjá teimum, so er tað ikki verri enn so, at Marius bara er tríggjar dúgvur vekk frá einum finaluplássi. Um hann røkkur hesum fæst svar fyri eftir kappingina í morgin.

Marius sigur annars, at skjúttarnir hava tikið seg nógv fram síðani seinastu oyggjaleikir, umframt at onkrir nýggir heilt góðir skjúttar eru komnir aftrat.


Fara til Álands

Nú dreymurin um at endurvinna bronsuna er so at siga rokin, eru tankarnir so smátt farnir at leita víðari fram í tíðina. Um tvey ár eru næstu oyggjaleikir á skránni, Hesir vera á Álandi, og Áland hevur longu nú boðið føroysku skjúttunum til eina kapping har komandi ár.

- Tað verður til midsommer har, og tað er so púra vist at eg ætli mær. Teir siga seg hava heimsins besta skeetbana, og hann kundi eg hugsað mær at roynt. Eisini so at man er fyrireikaður til oyggjaleikirnar í 2009, sigur Marius.