Hondbóltur
Fyrri bronsudysturin millum VB og Kyndil endaði við tryggum heimasigri, tá liðini hittust í Vági í gjár.
VB varð helst roknað sum favorittur undan dystinum, men fyri steðgin høvdu tær ikki so øgiliga lætt við at staðfesta rættleikan av hesi meting.
Kyndil hekk alla tíðina væl í, og tó at VB helt muninum fyri tað mesta, so megnaðu tær ikki verður at skræða seg leysar.
Eftir steðgin kom tó glið á. Fyrstu 20 minuttirnar av seinna hálvleiki vann VB við heili 12-3, og so var ógvuliga avmarkað, hvat gestirnir kundu gera, til tess at fáa nakran spenning í.
Mest sum avgjørt
Trivaligi sigurin hjá VB hevur við sær, at mest sum øll ivamál eru beind burtur undan seinna dystinum, sum verður havn komandi sunnudag. Í dystinum um bronsuna verða bara tveir dystir spældir, og tí er ein átta mála sigur mest sum at rokna sum eyka stig í skjáttuni hjá VB.
Og so kann eisini staðfestast, at tað helst er í lagi, at VB fer avstað við bronsuni. Tí hóast Kyndil støðugt hevur gjørt framstig gjøgnum árið, og hóast tær hava tikið stig móti bæði Stjørnuni og VB, so hava tær alla tíðina verið roknaðar sum »underdogs« í hesum spælinum. Ein leiklut, sum tær tó alla tíðina hava stríðst ímóti, og tí er einki at ivast í, at tær eisini fara at geva seg fult í seinasta dystinum á árinum.
Fakta um dystin
VB-Kyndil 30-22 (14-11)
Málskjúttar
VB: Gurið Mortensen 10, Maryna Zylko 7, Margreth Augustinussen 4, Daiva Toumaite 3(2), Svava Vestergaard 3, Christina Holm 3(1)
Kyndil: Jórun S. Ludvig 7, Randi S. Wardum 5, Lina Adrilyte 4((2), Anja Heinadóttir 3, Súsanna Petersen 2, Linda Weihe 1
Brotskøst: VB 4, Kyndil 4
Útvísingar: VB 4, Kyndil 2
Diskvalifikatiónir: VB 1 (3X2 minuttir)