Tann stóri salurin í Norðurlandahúsinum var nærum fullsettur fríggjadagin, tá Framsókn, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi høvdu boðið øllum áhugaðum á ráðstevnu um, hvussu fólksins ogn í havinum skal umsitast. Har vóru øll, sum alment hava sagt sína hugsan um málið, og fleiri aftrat.
Útlitini til, at fiskiloyvini kanska skulu rulla út í ævinleikan á privatum hondum, hava av sonnum fest í politiska tilvitið hjá fólki, og undranin var stór, tá professarar og búskaparfrøðingar vístu á, hvussu danskir, íslendskir og føroyskir myndugleikar hava loyvt privatum fyritøkum at stinga ónormalt stór avlop í tilfeingisvinnum í egnan lumma.
Kári D. Petersen, búskaparfrøðingur, vísti á, at tá Krúnborg varð seld, var skipið vert 150 mió. kr., men søluprísurin var 350 mió. kr. orsakað av veiðiloyvinum. Vesturvón fór fyri 80 mió. kr, hóast skipið bara var vert 40 mió. kr., og línubáturin Mascot varð seldur fyri 21 mió. kr., hóast virðið á skipinum var 4 mió. kr.
Danski professarin, Jørgen Birk Mortensen, umrøddi oljuumsitingina í Danmark farnu 50 árini. Hann var ikki hugtikin av, at donsku politikararnir í 1962 gjørdu eina avtalu við A. P. Møller um, at felagið skuldi hava einkarrætt at útvinna olju í samfull 50 ár. Ein kolvetnisskattur varð lagdur á virksemið seinni, men frádráttirnir vóru so stórir, at bara molar komu í statskassan.
Avtalan frá 1962 skuldi ganga út í ár, men varð endurnýggjað í 2003, tá Bendt Bendtsen umsat oljuvinnuna sum búskaparmálaráðharri. Hann gjørdi eina líka ringa avtalu sum í 1962 og mátti tí metast sum ein dýrur drongur fyri statin, ja, kanska tann dýrasti nakrantíð, helt Jørgen Birk Mortensen. Nýggja avtalan við Mærsk gongur út í 2042.
Dómur í Strasbourg
Íslendski professarin, Thorvaldur Gylfason, legði heldur ikki fingrarnar ímillum. Meðan hann reikaði aftur og fram á gólvinum, opinberaði hann fyri fjøldini íslendsku ræðslusøguna um, hvussu tjóðarognin í havinum endaði á privatum hondum ókeypis.
Hetta hendi í 1984, tá íslendsku politikararnir lótu nøkrum fáum reiðarum rættin til fiskiríkidømið. Skipanin varð gjørd varandi í 1990. Á hendan hátt skapti politiska skipanin sama fámannaveldið í Íslandi, sum Kári D. Petersen, búskaparfrøðingur, ávarar ímóti, at føroysku politikararnir skapa í Føroyum.
Í 1998 staðfesti hægsti rættur í Íslandi, at útlutiningin av fiskinum var grundlógarbrot. Fólksins ogn kundi ikki latast nøkrum fáum at eiga, tí øll eiga hana, og øll hava rætt at sleppa fram at henni. Tjóðarognin var at meta sum Tingvøllir, nevndi Thorvaldur Gylfason. Hann kann ikki einskiljast.
Íslendski professarin vísti á, at tað heilt margháttliga hendi í 2000, at hægsti rættur broytti sína avgerð. Hetta hendi, tí politikarar settu í verk eina herferð ímóti rættinum, sum so boygnaði.
Tveir fiskimenn og ein sakførari treiskaðust broyttu avgerðina og løgdu málið fyri mannarættindadómstólin í Strasbourg. Har vunnu teir í 2007. Dómurin staðfesti, at útlutingin av fiskiríkidøminum var brot á altjóða mannarættindi, tí allir borgarar eru javnsettir mótvegis almennum ongum, og ongin kann fram um onnur fáa ognarrættin til ríkidømið.
Lata føroyingar nøkrum fáum fiskiríkidømið, fara teir eisini at tapa eitt tílíkt mál í Strasbourg, undirstrikaði Thorvaldur Gylfason.
Korruptión í Íslandi
Hann vísti á, at í sambandi við íslendsku bankaskrædlini er komið undan kavi, at bankarnir ríkaðu politikararnar við peningaligum takkargávum, og hann spurdi, hvussu nógvar gávur politikararnir munnu hava fingið frá reiðarunum fyri ókeypis fiskiloyvir. Ongin ivi var um, at korruptión var ein trupulleiki í Íslandi, segði hann.
Hvussu stór virðir talan er um í fiskivinnuni, gav Kári D. Petersen eina greiða ábending um, tá hann nevndi, hvussu stórt virðið á pelagiska flotanum er samanborið við virðið á flotanum við veiðiloyvum. Skipini aleina eru verd 980 mió. kr. Við fiskiloyvum táttar virðið í ikki færri enn 2,5 mia. kr.
Ovurstórt ríkidømi er sostatt at veiða við bara at kenna landsstýrismannin við fiskivinnumálum og frá honum fáa kvotur ókeypis, og varandi milliardaríkidømi er at veiða hjá reiðarum, um Fólkaflokkurin fær sett í verk sína skipan við rullandi fiskiloyvum.
Andstøðuflokkarnir vilja forða fyri, at hetta hendir, og teirra herferð ímóti ætlaða fiskivinnupolitikkinum fekk tyngd av fyrilestrunum á ráðstevnuni.
Út á seinnapartin sást løgmaður stíga inn í salin í Norðurlandahúsinum eftir at hava verið í Hamburg og skoðað nýggja flúgvaran hjá Atlantic Airways. Hansara flokkur ger í grundini av, hvussu fiskivinnupolitikkurin verður lagdur til rættis.
Løgmaður hoyrdi søguna um, hvussu íslendsku politikararnir fyrst skaptu eitt ríkmannaræði og síðan vórðu settir upp á pláss í Strasbourg í 2007, áðrenn Ísland í 2008 fór á húsagang eftir tann villasta kasinobúskaparliga dansin í Evropa nakrantíð.
Hesin dansurin hevur m.a. havt við sær, at tjóðarognin í íslendskum sjógvi, sum bankarnir høvdu pant í, tá teir lótu kvotubarónunum lán, gjørdist ogn hjá týskum kreditorum, tá bankarnir fullu. Teir seku skuldu verið settir í fongsul fyri hetta brotsverk, helt Thorvaldur Gylfason.