Bergtóra Hanusardóttir
-----------
Tað kalda kríggið stóð við, og Kvinnur fyri friði steðgaðu ikki fyri tað um undirskriftirnar móti vápnaídnaðinum vóru handaðar. Sumrini eftir vóru felags norðurlendskar friðargongur skipaðar, tann fyrsta í 1981 úr Keypmannahavn til Paris at vísa andlit á høvuðsborgini hjá Nato. Í 1982 gekk ferðin frá Minsk til Moskva at samskifta við Bresnjev og teir, í 1983 var teinurin frá ST-borgini í New York til Hvítu húsini í Washington, og í 1984 var friðarlega í Stockholm, har føroyingar eitt nú tóku lut í evnisvikuni: at byggja brúgv millum eystur og vestur.
Eg kann nevna, at Elinborg Trónd, sum leingi var virkin nevndarlimur og forkvinna, bæði í KSF og í Kvinnufelagnum, eisini var kontaktfólk okkara úteftir og sum tann einasta var við á øllum friðarferðunum.
Tíðin gekk, og ræðslan fyri kjarnorkuvápnunum helt okkum framvegis vaknar um næturnar, so frá 1984 vóru vit aftur saman við norðurlendskum Kvinnum fyri friði í átakinum Traktat nú við kravi um Norðurlond sum atomvápnafrí øki, har felags rakstrarróp okkara her á landi varð: Føroyar, kjarnorkuvápnafrítt øki! Eitt mál sum síðani varð nátt í tøttum samstarvi við Fólk fyri friði og ávísar løgtingslimir.
8.mars og Norðurlandahúsið
Eitt annað stórsligið tiltak var 8. marshaldið í 1984, tað fyrsta í okkara spildurnýggja Norðurlandahúsi, við evninum Kvinnur og Friður. KSF stóð fyri, og har var eingin endi á øllum tí vit í stýrisbólkinum skuldu fáa í lag. Framsýningar av ymsum slag og eisini eina kvøldsetu. Men hvat, har fanst so gott sum einki tilfar at bera fram eitt høgtíðskvøld sum hetta – og so vóru einastu ráðini at kasta seg á bláman og sjálvar gera tað sum restaði í. So har bleiv leitað, nýskrivað og týtt, Lina Larsen fekk leikir burturúr, Sharon Weiss skipaði tónleikin og eitt dugnaligt kvinnukór var savnað við Inger Christiansen, táverandi forkvinnu KFS´s, sum kórleiðara.
Framsýningar vóru í Klingruni og í forhøllini av listaverkum eftir kvinnur, av heimavirkaðum brúks- og prýðislutum og við øllum teim bókum eftir og um kvinnur, ið Landsbókasavnið átti, og so var kvøldseta í konserthøllini við røðum, kvinnukóri, nýskrivaðum teksti og leiki á palli, og eisini eini ovfarakátari løtu aftaná við drekka og heimabakstri til tær umleið 600 kvinnurnar, ið sluppu inn - íroknað 2-3 dulklæddar menn.
Tað riggaði alt ómetaliga væl, og fyri okkum fyrireikarar var hetta einki minni enn eitt ørandi væleydnað tiltak - við luttøku úr øllum landinum og sostatt eisini eitt frálíkt dømi um ta savnandi megi, ið mentanarhús okkara í Sortudíki longu hevði frá fyrsta degi.
Dokumentatión
Hetta 8. mars tiltakið er dokumenterað í tí svarta Kvinnutíðindablaðnum frá 1984, eftir ráðum frá Berit Ås, sum var ein av teimum týdningarmiklu rithøvundunum vit høvdu lisið, og sum umframt at læra okkum um teir herskarateknikkir, sum brúktir vórðu móti kvinnum, t.d at tú verður gjørd ósjónlig, eisini legði okkum eina við at skjalfesta tað vit gjørdu, tí tað fór eingin annar at gera. Og soleiðis varð tað eisini.
Sjálvar gjørdu vit sum oftast væl burturúr frammanundan, so fólk í góðari tíð skuldu vita av komandi tiltøkum, men aftaná orkaðu vit lítið annað uttan bara at fáa aftur í rættlag tað, sum vit í aðrar mátar høvdu sett til viks, meðan tiltøkini vóru fyriskipað. Fjølmiðlarnir tóku ikki undir við tí vit gjørdu, og sum oftast var bara tung tøgn aftan á eina slíka óhending, sum onkur einaferð eyknevndi hesa talandi eftirtøgnina.
Vit feiraðu kortini tað sum feirast kundi, fingu ein góðan bita og stuttleikaðu okkum eftir vælgjørt verk, men vit royndu kortini øll 80´ini at skriva sum mest av tí vit hugsaðu, meintu og gjørdu í Kvinnutíðindum – og við túsundárablaðnum eisini at dokumentera støðuna og arbeiðið sum bæði vit í Kvinnufelagnum, KSF sum stovnur og eisini hini kvinnufeløgini í Føroyum fingust við í 90´árunum.
Kvinnutíðindi
Sum sagt, nógv er hóast alt skjalfest í Kvinnutíðindum, sum eisini hevði sín blaðbólk og sínar ábyrgdarstjórar, men var eingin tøk, so hevði forkvinna felagsins ábyrgd av blaðnum, sum helst skuldi koma út eina ella tvær ferðir um árið. Onkur tíðarskeið hevur steðgur verið í, eisini í langa tíð, men tað vil so vera í einum fámentum felag.
Í mínari fyrstu tíð í Mettustovu vóru tað Elin Súsanna Jacobsen, Elinborg Trónd og Hanna Joensen, sum stjórnaðu blaðnum, men frá 1985 varð ábyrgdin mín, hóast úrslitið neyvan hevði verið nakað serligt, um ikki blaðbólkurin var so góður. Ingvør Nolsøe skipaði fyri, so vit aðrar eisini lærdu at gera bløðini soleiðis, at tey ikki bara vóru nóg góð innaní, men eisini vóru borðbar í útsjónd. Marjun Berg, Hanna Joensen, Gunnvá Haldansen og Frida Hansen, Kirsten Brix, Bergliot Ihlen, undirritaða og til seinast, í túsundárablaðnum, eisini Inga Ellingsgaard, ja, so nógvar vóru vit tey árini, men sjálvandi ikki allar í senn.
Stuttsøgukappingin
Tað var eisini blaðbólkurin sum í 1986 fekk hugskotið og síðani skipaði fyri tí stuttsøgukappingini, ið endaði við at savnið Frostrósan var útgivið saman við einum arbeiðshefti eftir Kirsten Brix, ætlað næmingum í miðnámsskúlunum.
Arbeiðið við javnstøðulógini
Frá 1986 til 1994 fylti arbeiðið í javnstøðunevndini og arbeiðið at gera uppskot til javnstøðulóg øgiliga nógv. Lógin um javnstøðunevnd var sum nevnt samtykt í 1979, tann fyrsta nevndin sett í 1981, og setningurin at gera uppskot til Javnstøðulóg ásettur í 1983. Seint gekk og glið kom ikki rættiliga á fyrr enn landsstýrið í 1986 setti nevnd, har Hanna Joensen av landsstýrinum varð vald til forkvinnu, Ingeborg Winther fyri arbeiðarafeløgini, Jógvan Waagsheyg fyri arbeiðsgevararnar og Bergtóra Hanusardóttir fyri KSF.
Tað vísti seg skjótt, at nevndin ikki hevði heimild at gera úrskurðir í tí dagliga arbeiðnum, so leingi sum eingin lóg forðaði fyri hesum mismuni. Og tá heldur ikki ST-konventiónin um avtøku av øllum mismuni vegna kyn, samtykt á tingi 31. mars 1987, sama dag sum Kvinnufelagið fylti 35 ár, heldur ongan mun gjørdi í so máta, máttu vit skunda okkum at fáa okkara part av lógararbeiðnum frá hondini. Harafturat ynsktu vit at gera okkara til, at vit eins og øll hini Norðurlondini høvdu eina javnstøðulóg, áðrenn vit í 1988 fóru til Nordisk Forum í Oslo, har Vilhelm Johannesen, landsstýrismaður, skuldi luttaka á tí Almennu ráðstevnuni um javnstøðu.
Hetta fyrsta lógaruppskotið varð liðugt og lagt fyri tingið tíðliga í 1988, nakað broytt og modererað eftir vegnum, men fall kortini tann 6. mai 1988. Tí, sum Jógvan Sundsstein, minnilutin í rættarnevndini, málbar seg: Javnrættur er longu í landinum, og javnstøða er bara ein spurningur um, at kvinnur brúka henda rætt! Og tá ið uppskotið bæði var felt og hevði viðført, at samgongan fyrst slitnaði og síðani mátti umskipast, prentaðu vit lógaruppskotið í heilum líki, mest fyri eftirtíðina, í tí gráa Forum 88-blaðnum.
Javnstøðunevndin gavst sjálvsagt ikki, men tók arbeiðið uppaftur av nýggjum, hesaferð við stuðli frá Trúgva Teirin, løgfrøðingi. Nevndin var øll afturvald í 1990, og vit fingu sostatt høvið til framhaldandi at arbeiða við tí nýggja lógaruppskotinum til framløgu í so góðari tíð, at vit áttu at kunna havt eina javnstøðulóg við á ta norðurlendsku javnstøðuráðstevnuna ið vera skuldi í sambandi við Nordisk Forum 94 í Åbo. Í Føroyum var aftur politiskt rok, og ta ferðina varð tað Marita Petersen, løgkvinnan sjálv, ið umboðaði Føroyar á ráðstevnuni um javnstøðu.
Lógin var eisini samtykt í síðstu løtu, men tað ganga nógvar søgur um, hvussu tepurt tað var, og hvussu viðhaldsfólk royndu at halda tingfólki inni undir avkvøðugreiðsluni. Sum fólk flest vistu, var hetta meiri ein trúarsak enn nakað flokspolitiskt mál – og meðan vit so vóru í Finlandi frættist úr Føroyum, at Jenis av Rana í ramasta álvara longu hevði verið í útvarpinum og tosað um vandan við lógini og fyri at avtaka hana aftur.
Altjóða Kvinnuráðstevnur ST´s
Um vit nú fara aftur til Kvinnuárið og Altjóða kvinnuráðstevnu ST´s í Mexico í 1975, so var altjóða kvinnurørslan als ikki nøgd við virknaðin av tí átakinum, og Kvinnuárið varð rættiliga skjótt longt til eitt Kvinnutíggjuár við ætlan um bæði millumráðstevnu í Keypmannahavn í 1980 og síðani einum endabresti í 1985 við eini uppaftur størri kvinnuráðstevnu í Kenya.
Í 1985 vóru 5 kvinnur úr Føroyum við á tí alternativu NGO ráðstevnuni í Nairobi, meðan løgtingskvinnan Karin Kjølbro umboðaði KSF í tí donsku delegatiónini, har hon eins og vit aðrar skjótt var á tremur við øllum tí, sum ein hoyrdi, hitti, sá og skilti í hesum so øðrvísi og fantastiska forum og stað. Um hesar ráðstevnurnar stendur nógv skrivað í Kvinnutíðindum, serliga tí grøna blaðnum frá 1986, og Bergljot Debes Hentze gjørdi eisini eina sjónvarpssending burtur úr sínum upplivingum í Nairobi.
Hesar báðar vóru skipaðar við dyggari luttøku á teimum alternativu NGO ráðstevnunum, sum løgdu upp til og síðani samskiftu við tær stjórnarskipaðu kvinnuráðstevnurnar hjá ST. Tað lukkaðist t.d. í Nairobi at fáa semju um eitt manifest, eina 10 ára virkisætlan, fyri javnstøðuarbeiðnum og eisini at áseta ta komandi ráðstevnuna, har virkisætlanin skuldi eftirmetast fyri at skumpa undir íverksetanina í teimum einstøku limalondunum.
Í 1995 vóru so tvær uppaftur fjølmentari og meiri umfatandi kvinnuráðstevnur hildnar í Kina, tann alternativa av politiskum orsøkum í Huairou, nakað uttan fyri Beijing, og tann almenna í Bejing býi. Eisini tá vóru fleri føroyskar kvinnur við og komu fram eftir drúgva ferð, har fyrst var flogið yvir Keypmannahavn og Stockholm til Moskva og síðani koyrt í toki gjøgnum Rusland, Sibiria, Mongolia og norðara part av Kina fram við tí kinesiska múrinum, heilt til Beijing.
Tað ber illa til í stuttum at greiða frá, hvussu og hvat gekk fyri seg har, men føroyskar kvinnur luttóku í stórum tali og høvdu nógv tilfar við sær um føroysk viðurskifti til framsýningar og umrøðu í hølunum, sum sett vóru av til tiltøk hjá norðurlendingum. Og har dansaðu vit eisini føroyskan dans í sambandi við, at norski sjónleikarin Juni Dahr framførdi Ibsens Kvinder, henda sama Juni sum frammanundan hevði framført Jeanne D´Arc og síðani eisini Kristin Lavrandsdatter á 8. mars tiltøkum í Norðurlandahúsinum.
Samráðingarnar á tí almennu ráðstevnuni gingu so mikið væl, at eisini greinin um rættin hjá kvinnum at ráða yvir sínum egna kroppi at enda bæði var samtykt og síðani skjalfest saman við útgreiningum í dokumentum ST´s frá Beijing 95. Ta ferðina umboðaði Bergtóra Hanusardóttir KSF og Helena Dam á Neystabø Føroya løgting í tí donsku sendinevndini.
Tann seinasta altjóða kvinnuráðstevna ST´s var hildin á sjálvari høvuðsborgini í New York í ár 2000. Ta ferðina rukku boðini um alternativ tiltøk ikki til Føroya, men vit fóru kortini tvær av stað til ta almennu ráðstevnuna: Bergtóra umboðandi KSF og Lisbeth L. Petersen løgtingið.
Eisini henda ferðin var sera lærurík og áhugaverd, hóast ikki so opin sum hinar. Huglagið var øðrvísi, meiri dapurt, og har gekst heldur ikki heilt sum væntað. Tað frættist, at stríðið hjá teimum afturhaldssinnaðu kreftunum í ávísum londum, eitt nú Vatikaninum, Mexico og fleiri arabiskum og afrikanskum londum, var hart, men hvussu harðligt vistu vit ikki fyrr enn vit ein dagin sótu á pallborðsfundi hjá Human Rights og lurtaðu eftir framløgum um mannarættindi í ymiskum londum, tá ið sabotasja knappliga var framd móti allari útgerðini, so at bara levint og gangur og angist og vegleiðandi róp vóru at hoyra í myrkrinum.
Ta ferðina kom atgerðin stutt eftir at framløga um tey ræðuligu viðurskiftini hjá samkyndum í ávísum londum var byrjað, men annars vísti stríðið seg eisini at vera minst líka ógvusligt ímóti teimum sum talaðu fyri kropsligum frælsi hjá kvinnum.
Úrslitið var eisini, at tá ið ráðstevnan annars var liðug, máttu tey sentralu samráðingarfólkini vera verandi eftir í næstan tvær vikur fyri at verja borg og syrgja fyri, at týdningarmiklar og harðvunnar samtyktir, bæði úr Nairobi og Beijing, ikki vórðu gjørdar til einkis aftur í New York ár 2000! Eingin framgongd, men hóast alt status quo!
Nordisk Forum 88 og 94
Áðrenn farið var til Nordisk Forum 88, ta ævintýrkendu ferðina við Smyrli til Oslo við umleið 160 kvinnum um borð, høvdu feløgini í KSF broytt sínar endamálsorðingar, so tær allar fevndu um fulla javnstøðu millum kynini.
Fyrsta strekkið fóru vit við tí vanligu rutuni til Scrabster, har vit hittu hetlendskar og orkniskar friðarkvinnur viðvíkjandi tí umhvørvisvandamáli, ið tá stóðst av lekum og umbygging á kjarnorkuverkinum í Sellafield, men aftan á tað var skipið okkara, eisini sum hotelskip við kongsbryggjuna í Oslo, til vit vóru aftur í Scrabster umleið 14 dagar seinni.
Ein fantastisk ferð, sum gav okkum sera nógv heimviðaftur, og sum eisini endaði við fleiri konkretum verkætlanum, bæði her í Havn og aðrastaðni í landinum.
Kvinnur og vald
Eitt høvuðsevni í Oslo við nógvum frálíkum fyrilestrum og verkstovum var tema um Kvinnur og vald, og tað sást sum nevnt týðiliga aftur sama heyst við fleiri kvinnulistum og fleiri valdum kvinnum við kommunuvalini, men eisini við nýggjum kvinnum á vallistunum til løgtingið, har Marita Petersen, okkara komandi og fyrsta løgkvinna, sum dømi var ein ið fekk munagóðan íblástur í Oslo.
Harðskapur móti kvinnum
Í Kvinnutíðindum beint undan ferðini til Oslo vóru harðskapur móti kvinnum og incest høvuðstema, og eitt tað fyrsta vit gjørdu eftir heimkomuna var at taka hesi harðskaps- og misnýtslumál uppaftur av álvara. Henda sama veturin, ein vindharðan og kaldan sunnudag síðst í januar 1989, var Kvinnuhúsfelagið stovnað á fundi í eini stúvstappaðari Mettustovu. Hetta felag sum eisini helt til í Mettustovu, til tað var so mikið etablerað, at tær fluttu niðan í KFUM, har Kvinnuhúsið síðani hevur húsast og vaksið seg sterkt og munadygt.
Kynslig misnýtsla av børnum
Nakað seinni, í september 1989, skipaði Kvinnufelagið eisini fyri skeiðið um incest og aðra kynsliga misnýtslu av børnum, har umboð fyri allar fakbólkar, sum hugsast kundu at vera lyklapersónar í slíkum málum, vóru boðin at luttaka. Eini 25 fólk vóru við, og tað var Aase Mortensen, sálarfrøðingur og sexologur, sum greiddi frá og við dømum lærdi tey at seta orð á og at tosa skilagott við børnini og teirra avvarandi. Eitt evni sum eingin at vísa seg dugdi sær so mikið sum at tosa um frammanundan, tíansheldur at hjálpa øðrum við.
Kvinnuligir íverksetarar
Eftir hetta skipaði KSF nøkur skeið fyri kvinnuligum íverksetarum, eitt átak sum felagið Birta spratt burturúr. Og Karin Kjølbro ið tá var forkvinna KSF´s skipaði seinni fyri, at ein Mettugrunnur varð gjørdur til heiðursgávur hjá nevnd felagsins at lata kvinnuligum íverksetarum, harav tann fyrsta, í 2008, var latin Guðrun & Guðrun.
Kvinnuráðstevnur Útnorðurs
Eitt annað sera týdningarmikið samstarv kom í lag við hini londini í útnorðri eftir evalueringsfundin hjá leiðslubólkinum fyri Forum 88, sum var hildin í Føroyum og har øll norðurlond vóru umboðað, eisini Grønland og Ísland. Tann fyrsta av hesum ráðstevnum var hildin á Egilsstøðum í 1992, ein líknandi á Sørøya í Norðurnoregi í 1993, og fleiri felags útnorðurprojekt vóru eisini í sambandi við Nordisk Forum 94 í Åbo, ikki minst tað flotta útnorðurkór- og dansitiltakið við setanina av ráðstevnuni: allar saman og hvørt landi sær við tjóðarklæðum og øðrum eyðkennum, har tær m.a. sungu Kingo, trummudansaðu og kvóðu.
Eftir tað var steðgur í nøkur ár, til samstarvið um kvinnupolitisk viðurskifti aftur var tikið upp í Útnorðurráðnum í tí tíðarskeiðinum, tá ið Lisbeth L. Petersen var forkvinna. Avgjørt var at Kvinnupolitiski Verkstaður Útnorðurs skuldi haldast í Føroyum og eisini at KSF við Ingu Ellingsgaard og Bergtóru Hanusardóttir gjørdu leistin og skipaðu fyri tí fakliga, bæði innihaldi, strukturi og skrá, meðan embætisfólk í løgtinginum saman við fólki úr hinum londunum løgdu ferðir og uppihald hjá teimum íslendsku og grønlendsku gestunum til rættis. Ráðstevnan var skipað eftir evnum við konkretum íverksetanarmøguleikum sum endamáli og var hildin á Hotel Føroyum í 1999.
Okkara egnu áhugamál vóru sjálvsagt eisini við, teirra millum tann til privata arbeiðsmarknaðin leingi eftirynskta barsilskipanin, sum tíbetur var sett í verk ikki so langt aftaná. Samanumtikið ein rættiliga væleydnað ráðstevna sum endaði við, at 9 rekommandatiónir vóru gjørdar og sendar tingunum í útnorði til umrøðu og samtyktar – eisini við loysn á fleiri átrokandi málum í kjalarvørrinum, t.d. bleiv Demokratia navnið á tí nevndini, sum samtykt var at seta til arbeiðið at fáa fleiri kvinnur í politikk. Sí Túsundárablaðið.
Eitt vónbrot var tó, eins og ein speisk heilsan frá Berit Ås, at hvørki KSF ella umboð tess vóru nevnd millum hini fyri avrikið í tí bókini, sum Útnorðurráðið síðani gav út um tiltakið.
Fyri samhaldsføstum kvinnustríði
Sum nevnt í áðni eru í minsta lagi 300 ár liðin við dygdargóðum kvinnupolitiskum bókmentum í okkara parti av heiminum, sum vera man við skiftandi undirtøku, eisini millum kvinnur og soleiðis, at eisini kvinnurørslan hevur gingið í bylgjum við djúpum dølum millum hvønn aldukamb, ofta so djúpum at alt var burturbeint og síðani gloymt av næsta ættarliði, til hon aftur varð uppfunnin av tí triðja ella fjórða. Og so sæst eisini, at lívið mangan varð lítið hugaligt hjá teimum, sum næstu ferð skóru ígjøgnum.
Men hvussu er skilið nú? Er tann solidariska kvinnurørslan við at kikna aftur, ella er alt burturblivið í okkara nýliberalistisku tíð, har tað at sæta sær, tað individuella og smarta telur, meðan restin má sigla sín egna sjógv? Eitt syndarligt skil um so er, tí her er ríkiligt eftir at kjakast um og gera. Sumt skal haldast við líka, annað má takast uppaftur av nýggjum, okkurt tykist ongantíð fáa ein enda, meðan øðrvísi trupulleikar støðugt stinga seg upp úr gomlum, patriarkalskum rótum.
Kvinnuráðstevnurnar lærdu okkum, hvussu ómetaliga nógv kvinnur vita og duga, og hvussu nógv vit megna, tá ið vit standa saman. Og nú er so aftur eitt Nordisk Forum í umbúna, hesaferð ein 3-daga long ráðstevna um javnstøðu, 12.-15. juni 2014, í Malmø! Fyrireikararnir siga seg, umframt ráðharrar, serfrøðingar, áhugafeløg og altjóða gestir, eisini at vænta 15.000 feminstar á ráðstevnuna, sí www.kvinnufelag.fo.
Javnstøða er kortini ikki tað sama sum frælsi, hugsi eg, eiheldur sum lukka, hóast hon er ein fortreyt fyri økonomiskum og arbeiðsmarknaðarligum rættvísi millum kynini, og hóast hon óivað kann stimbra til eisini at fevna um onnur samfelagsøki, har ójavnstøða valdar. Og so alt hitt, ið framvegis má havast í huga: harðskapurin, tann kynsliga misnýtslan, handilin við kvinnum, fátækradømið, tað kropsliga yvirformyndaríið – umhvørvið, tilfeingið, veðurlagið – kríggini!
Onkursvegna eru eisini vit við í meldrinum og hava eins og onnur fólkasløg stórliga brúk fyri øllum gløggskygdum og kritiskum, samhaldsføstum og stuðlandi kreftum, teirra millum eisini fyri KSF og feløgum hennara, fyri Kvinnufelagnum - og ikki minst fyri Mettustovu!