Bergtóra Hanusardóttir
----
Við sínum 300 árum á baki stendur Mettustova framvegis stinn úti á Reyni. Tey fyrstu umleið 245 árini hava fólk búð her, men onkuntíð var eisini handil og annað vinnuligt virksemi í húsunum. Tey seinastu 57 árini hevur Kvinnufelagið átt Mettustovu, og her verður nú greitt eitt sindur frá søgu og virksemi hjá hesum felag, ið fyrst endurreisti og síðani hevur virkað í og út frá hesum hugnaligu húsum.
Tey fyrstu árini
Kvinnufelagið var stovnað á vári 1952, stutt eftir krígslok, í eini rembingartíð har so mong onnur feløg eisini vóru sett á stovn, bæði politisk og mentunarlig, eitt nú Fróðskaparfelagið, Norrønafelagið og Dansifelagið í Havn. Frammanundan, um heystið í 1951, var Skála húsmøðrafelag stovnað og síðani hini stutt eftir í árunum sum komu: Húsmøðrafelagið í Klaksvík, Matmøðrafelagið suðuri í Vági, Húsmøðrafelagið í Sørvági og Kongshavnar kvinnufelag á Glyvrum – og so nógv ár seinni: Kvinnufylkingin, Tofta kvinnufelag, Norðoya kvinnufelag og nú eisini Valkyrjurnar í Suðri.
Í bókini Kvinnufelagið, eitt minningarrit eru høvuðstættirnir í søgu felagsins tey fyrstu 25 árini fest á blað. Tað var soleiðis, at summarið í 1951 legði ferðafólkaskipið Brand V at í Havn, fullfermt við norðurlendskum kvinnum á veg heimaftur eftir at hava verið í Íslandi á ráðstevnu hjá felagskapinum Nordiske Kvinders Samarbejde, vanliga nevnt NKS, sum var stovnað í 1935. Hesar komu eisini í land í Havn og høvdu ein sera væleydnaðan fund í Klubbanum saman við føroyskum kvinnum.
Nakað av prátið um hetta at gera eitt kvinnufelag hevði leingi verið frammi av og á, og 31. mars í 1952 var lýst til stovningarfund, har allar ið høvdu áhuga í slíkum felag vóru vælkomnar. Fundurin var hildin í tí fínu stovuni uppiá í Klubbanum, og har var meiri enn fullsett við fólki.
Frammanundan var ein endamálsorðing gjørd um at menna kvinnuna bæði mentunarliga, politiskt og samfelagsliga, og har umframt eisini uppskot til lógir og ætlan um blaðútgávu. Fundarfólkið tók væl undir, áhugamálini og uppskotini vóru nógv, og tær allarflestu teknaðu seg sum lim beinanvegin hetta fyrsta kvøldið. Nakrar av teimum sum høvdu tikið stig til fundin komu í nevnd, og soleiðis varð Jóhanna Jensen vald forkvinna, Malla Samuelsen næstforkvinna, Bergljót av Skarði skrivari, Lisa Rubeksen kassameistari, Ninna Arge Jacobsen nevndarlimur og Sigrid av Skarði tann fyrsti blaðstjórin á Kvinnutíðindum.
Virksemi
Tað ber ikki til at nevna alt tær fingust við í árunum sum komu, men t.d. innrættaðu tær sjálvar kjallaran í Drottning Ingridar barnagarði og gjørdu hann til vevskúla - við 15 vevum, meðan Malla hevði kvøldskúla felagsins í matgerð heima í køkinum hjá sær.
Á eini av veggjamyndunum í Mettustovu standa nakrar av hesum kvinnum so fínar við tasku og hatti saman við gestum uttan fyri gamla kommunuskúlan, tey núverandi býráðshúsini, kanska í sambandi við basar, eydnuhjól ella einhvørja høgtíðsløtu, men akkurát hetta arbeiðið at virka og selja lutir gjørdi tær førar fyri at spjaða til og gera mun, har tær hildu samfelagið gera ov lítið.
Tær skipaðu eisini fyri landsinnsavning av peningi til størri endamál og handaðu soleiðis tíðliga í tíðini hospitalinum 46.000 kr til nýggja røntgenútgerð og Tórshavnar havn pening til ymiska bjargingarútgerð.
Tær gjørdu kvinnulista til býráðsvalini longu í 50´unum, har Malla Samuelsen ta fyrru ferðina var vald og sostatt fyrsta kvinna í býráðnum í Havn, og seinni stríddust tær eisini fyri barnagarði í vesturbýnum, serliga ætlaðum til børn hjá sjúkrasystrum, kvinnum sum arbeiddu fisk o.ø., sum høvdu óhøgligar arbeiðstíðir.
Sjálvt fundarvirksemi fór fyri tað mesta fram í hølum, sum tær fingu til láns í KFUM, meðan veitslur og størri fundir vóru hildnir aðrastaðni, oftast á Parnassinum á Hotel Hafnia.
Mettustova
Í 1956 stóð Mettustova felagnum í boðið, men sum Ebba Kamban Petersen vísir á í Minningarritinum vóru húsini so illa farin og so ótøtt, at har óivað mátti farast bæði í regnklæðir og havast paraply við, tá ið tær fóru oman at vita, hvussu til stóð, og tað tók teimum eisini fleiri ár at fáa húsini liðug.
Tann fyrsti fundurin í Mettustovu var ikki hildin fyrr enn 13. mars í 1961, og árið eftir var stór móttøka fyri øllum sum høvdu stuðlað felagnum hesi árini, teirra millum bæði løgmaður, býráðsformaður og amtmaður. Eitt ódnartak, tað fyrsta av sínum slag og eisini eitt, sum síðani bleiv ein fyrimynd fyri varðveitingararbeiðnum úti á Reyni.
Norðurlendskt samstarv
Í 25 ára minningarritinum er sum sagt nógv ymist tilfar og har sæst m.a., at sambandið við NKS helt fram. Í øllum førum vóru Signa Arge og Hilda Kjeld í 1961 við fullum førningi av heimavirkislutum gestir í Keypmannahavn, tá ið Dansk Kvindesamfund fylti 90. Í 1963 gleddist Liffa Gregoriussen í Noregi um Merkið, har tað veittraði saman við hinum norðurlendsku fløggunum á NKS-ráðstevnuni tað árið. Nakað seinni vóru eini 20 íslendskar kvinnur og vitjaðu felagið, og 35 ár seinni tóku Inga Ellingsgaard og Bergtóra Hanusardóttir lut í 125 ára hátíðarhaldinum hjá Dansk Kvindesamfund, har Suzanne Brøgger var ein sera áhugaverdur gestarøðari.
KSF: KvinnufelagaSamskipan Føroya
Í 1965 vóru umboð fyri øll kvinnufeløgini í Føroyum á fundi í Mettustovu, og í 1969 eru tey aftur saman í Havn og gera tá av at seta ein yvirskipaðan felagsskap á stovn. Hetta var eitt neyðugt stig, um tær skuldu fáa limaskap í NKS, soleiðis sum tær ynsktu sær, og har gjørdi Inger Christiansen, sum eisini var løgfrøðingur, eitt megnar arbeiði. Hesin felagsskapur var stovnaður 21. august 1970 og fekk navnið KvinnufelagaSamskipan Føroya, stytt til KSF, sum síðani var viðurkendur av teimum norðurlendsku systrafeløgunum sum javnstillaður limur.
Altjóða samstarv
Eftir í minsta lagi 300 árum við dygdargóðum kvinnupolitiskum bókmentum í okkara parti av heiminum, tó við skiftandi undirtøku, var hetta eisini tíðarskeiðið, tá ið ST eftir sín fyrsta mansaldur endiliga var komið eftir, at skil fekst hvørki á kríggjum ella fátækradømi uttan so, at heimsins kvinnur fingu útbúgving, frælsi og veruliga ávirkan í samfeløgunum.
Fyri at seta ferð á hesa tilgongd lýsti ST árið 1975 at vera Altjóða Kvinnuár og skipaði sama summar í Mexico City fyri heimsins fyrstu altjóða kvinnuráðstevnu, har rakstrarrópini javnstøða, burðardygg menning og friður við symbolum eisini vórðu innbygd í teirra víðakenda búmerki. Tiltøkini lukkaðust sera væl, og teir stóru politikkarnir í heiminum tóku eisini undir. Td er Jomo Kenyatta, tann táverandi og eisini fyrsti forsetin í Kenya, kendur fyri hesi eggjandi orðini til sínar meiri ivingarsomu kollegar: Jú, menning og undirvísing av kvinnum er ein góð íløga. Tað tú lærir kvinnurnar, tað lærir tú eisini eitt heilt fólk.
Samstarv við aðrar bólkar
1975 var eisini árið, tá ið eg flutti heimaftur og stutt eftir kom í ein kvinnubólk, har eg sjálv fimta í eina tíð fyrireikaði tað kvinnupolitiska forum, sum við navninum Kvinnufylkingin var stovnað á opnum fundi tann 8. mars 1976, og sum síðani fyri tað mesta hevði sínar felagsfundir á Býarbókasavninum.
At fara upp í Kvinnufelagið kom ikki rættiliga upp á tal, men tað forðaði ikki fyri samstarvi millum nevndina í Kvinnufelagnum og ávísar bólkar í Kvinnufylkingini, tað valdaðist alt um, hvørji tey einstøku málini vóru – og tá ið soleiðis var møttust vit í Mettustovu. Eitt samstarv sum kom í lag eftir áheitan frá Evu Thomsen, í Horni, forkvinnu KSF´s, og meðan Inga Mortensen, í Dali, var forkvinna í Kvinnufelagnum.
Sum dømi um ítøkilig úrslit av hesum samstarvi kunnu tey bæði læknastríðini vera nevnd. Tí eftir tógvið stríð saman við sjúkrasystrum, jarðarmøðrum, kvinnuligum politikkarum og øðrum góðum fólki lukkaðist tað í felag at fáa tann fyrsta kvinnuliga kommunulæknan settan í Havn, og ta seinnu ferðina eisini saman við avvarandi landsstýrismanni at fáa ein nýggjan yvirlækna við sergrein í kvinnusjúkum settan á Landsjúkrahúsinum.
Eitt annað felags tiltak frá somu tíð, í 1979, var tað fyrsta Kvinnutingið av trimum, sum vóru hildin við so semjusøkjandi og hugaligum úrslitum, at flokkar at enda hildu tiltakið vera týdningarleyst um ikki beinleiðis skaðiligt. Teir fingu tó illa oyðilagt ta vitan og forstáilsið, sum kvinnurnar høvdu fingið burturúr, hóast illvildin gjørdi enda á tí royndini at fáa fleiri kvinnur í politikk. Hetta var eisini tað árið, tá tær tríggjar tingkvinnurnar, Karin, Jona og Ingrið, fingu løgtingslógina um javnstøðunevnd samtykta.
Alsamt varð kortini tosað um ta ólukku støðu vit føroyingar vóru í við so gott sum ongum kvinnum í politikki. Og árið eftir, um heystið 1980, savnaðu vit undirskriftir og gjørdu í felag ein kvinnulista til býráðsvalið í Havn. Undirtøkan var góð, hóast Hanna Joensen, í Joto, sum fekk meginpartin av at kvøðunum, tíverri ikki rakk heilt á mál.
Kvinnulistarnir muna
Kvinnufelagið hevði longu í 50´unum gjørt kvinnulistar til býráðið, har Malla sum sagt var vald í fyrru syftu, men tíverri, og eftir rættiligan ágang á listan, ikki var vald aftur aðruferð. Eisini vit royndu okkum umaftur til býráðsvalið í 1984, har vit fingu næstan tvífalt so nógvar atkvøður sum í 1980 og tað, hóast eisini vit ta ferðina vóru fyri reingjandi útspilling beint undan valinum. Hesa valnáttina var Rannvá Hanusardóttir inni í hitanum so mikið leingi, at eisini stuðulsbólkurin var klárur, áðrenn fínteljingin móti morgni vísti, at vit tá ið samanumkom kortini vóru 7-8 atkvøður ov stuttar til at fáa kvinnu valda.
Tað kvinnupolitiska úrslitið av hesum arbeiði var kortini gott. Kvinnulistarnir høvdu sett seg so mikið í respekt, at teir hetta stutta tíðarskeiðið høvdu trýst prosentpartin av atkvøðum til kvinnulig valevni í Tórshavnar kommunu frá umleið 10 procentum til umleið 30 og síðani eisini, at hesin lutfalsligi vøksturin í Suðurstreymoyar valdømi helt sær og síðani vaks við somu ferð øll 80-árini.
Kvinnulistin stillaði ikki upp aftur til býráðsvalið heystið 1988, men tað gjørdu kvinnur í fleiri bygdum í 4 av teimum 7 valdømunum, teirra millum eisini kvinnurnar í Vestmanna, sum longu tá høvdu eina heilt serliga støðu hvat kvinnulistapolitikkarum viðvíkur. Tilsamans øktisk talið av kvinnum í kommunalpolitikki úr 14 (= 5 %) í 1984 til 33 (= 11,5 %) í 1988. Av hesum 33 var triðja hvør vald á kvinnulista, sí Kvinnutíðindi 1989.
Skeið og agitatión fyri kvinnum í politikki
Árið eftir skipaði KSF í trimum umførum fyri skeiðum í kommunalpolitikki, fyrisiting og taluteknikki fyri nývaldum og øðrum politiskt áhugaðum kvinnum, fyrst á Glyvrum og síðani í Havn.
Í árunum sum komu vóru sum oftast munagóð tiltøk gjørd at styðja tær kvinnur sum stillaðu upp og tað var, eins og alt annað arbeiði í felagnum, gjørt uttan mun til partapolitiskan lit ella tilknýti. Onkrar hugvekjandi plakatir vóru gjørdar við okkara argumentum fyri, hví tað saktans bar til at velja kvinnur júst tí tær vóru kvinnur, og tað eina valárið sendi KSF eina gloymmegei-heilsan í hvørt hús í Føroyum.
Eftir tann stóra politiska fundin, sum hildin var í Norðurlandahúsinum ár 2000 við luttøku og talutíð fyri allar tær til løgtingið uppstillaðu kvinnurnar, komu vit í ársins jóla-metbók fyri hetta eftir teirra tykki í heimshøpi einastandandi tiltak : )
Kvinnur fyri friði
Kvinnufelagið legði eisini hús til arbeiðið at fyrireika eina breiða føroyska luttøku á kvinnuráðstevnuni í Keypmannahavn í 1980, bæði ta almennu, har løgtingskvinnan Jona Henriksen umboðaði KSF í tí donsku delegatiónini, og ta alternativu, har allar kvinnur sum ynsktu tað kundu vera við. Eitt vakurt og innihaldsríkt blað varð eisini ta ferðina gjørt og borið í hvørt hús.
Tá ið tað frættist, at ST aðalskrivarin Kurt Waldheim skuldi luttaka á ráðstevnuni í Kph, gjørdi tann nýstovnaði felagsskapurin Kvinnur fyri friði í samsvari við líknandi friðarfelagsskapir í hinum norðurlondunum saman við føroyadeildini hjá Amnesty International og leiðsluni hjá Sjómanskvinnuringunum ein bólk, har 5 kvinnur bjóðaðu til eina landsumfatandi innsavning av undirskriftum við hesum orðum: Heimurin svøltar, brúkið vápnamilliardirnar til breyð! Hesar kvinnurnar vóru: Kathrina Jacobsen, Anette Wang, Mia Trónd, Liffa Arge Gregoriussen, allar føddar fyri og um áramótið 1914, og Marjun Berg, sum eisini var samskipari í innsavningararbeiðinum.
Í Føroyum vóru tað 4.285 kvinnur, 14 ár og eldri, ið skrivaðu undir, og harvið høvdu 29.9 % av øllum Føroya kvinnum undir ábyrgd sagt sína hugsan um hungur og kríggj. Fyri okkum var tað Elinborg Trónd Johansen sum, saman við umboðum úr hinum norðurlondunum, handaði ST-aðalskrivaranum tær føroysku undirskriftirnar, ið upp á seg eisini vóru nógv fleiri enn tær, ið hini londini høvdu við sær.