Konsert
Gigi og Sonny hava verið stjørnur frá barnsbeini. Uppvaksin í dansistudionum hjá foreldrunum hava tey dansað, frá tey lærdu at ganga. Tilsamans hava tey vunnið 28 donsk meistaraheiti í ítróttardansi og fleiri heimsmeistaraheiti. Sum fimm ára gomul fóru tey undir klaver- og sangfrálæru. Bæði hava eisini roynt seg sum sjónleikarar og givið fløgur út hvør sær. Í 2002 stovnaðu tey bólkin Brother and Sister og góvu fløguna Brother + Sister út. Ein fløga sum fekk góða móttøku, og m.a. seldi rættiliga fitt í fjareystri. Í fjør kom so onnur fløgan hjá systkjunum Sonny vs. Gigi. Fløgan er framleidd saman við heimskenda framleiðsluparinum Cutfather & Joe, ið hava havt 8 løg ovast á enska hitlistanum, og hava arbeitt saman við nøvnum sum Ace of Bace, Santana, Blue, Westlife, Kylie, Peter Andre, Jamelia, Brandy, Christina Millian og Christina Aquilera. Systkini hava skrivað nakað av tónleikinum sjálvi, men samstarva eisini við aðrar sangskrivarar. Jascha Richter úr Michael Learns To Rock hevur skrivað eitt lag, Cutfather & Joe hava skrivað okkurt, eins og Remee, Seebach brøðurnir, Chief 1 og Jud Friedman, ið m.a. er kendur sum maðurin handan ljóðsporið til Bodyguard, hava skriva løg til systkini bæði.
Fløgan Sonny vs. Gigi varð væl móttikin og lá eitt mundið á næst ovastu rók á almenna danska sølulistanum.
Talan er um dansivinarligan popp, ið hevur borið tey á eina umfatandi konsertferð við higartil 73 konsertum, tær flestu kring Danmark. Nú gongur leiðin til Føroyar. Enn eru tey ung Gigi er 24 ár og Sonny er 19 ár. Men royndirnar hjá teimum eru somikið nógvar, at tey fyri tað kundu verið miðaldrandi.
Enn eru tey virkin á nógvum pallum, m.a. eru tey enn virkin sum dansarar bæði í kappingum sum professionellir ítróttardansarar og sum dansilærarar á dansiskúlanum hjá familjuni.
Gigi og Sonny eru kend fyri at geva eitt ordans show, hvørja ferð tey fara á pallin. Tey er von við at vera í fokus og tykjast at trívast í leiklutinum. So talan verður uttan iva um eitt brak av einum poppshowið, tá Gigi og Sonny fara á pall í Føroyum.
Tað er Rúni Djurhuus úr Cippo, ið hevur fingið systkini til Føroyar. Síðan nýggju eigararnir av Cippo keyptu virksemið í fjør hava teir støðugt ment staðið, bæði sum dansistað og sum pallur fyri livandi tónleik. Henda konsert er bert enn eitt stig í hesum arbeiði.