Brotin øksl

Løgreglutíðindi

Leygarkvøldið fór ein bilur, sum var á veg heimeftir úr Skálavík til Sands, útav vegnum. Frá Sandoyar sýslu fáa vit at vita, at bilurin hevði koyrt beint frameftir í einum svingi, og bremsa varð bert á einum hjóli, tí bert eitt spor var at síggja á vegnum. Bilurin fór útav, beint út í hagan. Fýra mans vóru í bilnum, harav ein møguliga hevur brotið økslina. Bilurin fór rættiliga illa, og mistanki er um rúsdrekkakoyring. Bilurin var úr Havn, og fór hann beinleiðis aftur til Havnar.