Brotsspørkini hjá EB/Streymi eru víðagitin

Tað er avgjørt ikki farið framvið ítróttarmiðlunum í okkara grannalondum, at EB/Streymur brendi trý brotsspørk innanfyri 28 minuttir í einum hálvleiki.

 

Fyrr í dag hevði norska Nettavisen søguna, og nú hava aðrir miðlar søguna.

 

Elsta fótbóltsblaðið í Danmark, Tipsbladet fortelur nú eisini sínum lesarum um ta serligu søguna, tá Alex dos Santos, Gert Hansen og Arnbjørn Hansen allir brendu brotsspark fyri EB/Streym í dysti ímóti HB farna leygardag.

 

Tipsblaðið bjóðar eisini sínum lesarum slóðina til YouTube, har tað ber til at síggja hæddarpunktini frá tí minniliga dystinum.

 

Slóðin til greinina í Tipsblaðnum er: www.tipsbladet.dk/nyhed/generelle/braender-tre-straffespark-i-samme-kamp