Símun spældi allar 90 minuttir, tá Keflavík vann 2-1 á útivølli móti Víkingi, men tað tók sína tíð, áðrenn sigurin kom til høldar. Í yvirtíðini varð álopsspælari hjá Keflavík togaður niður í brotsteiginum, og tó at Víkingur royndi at mótmæla, so stóð brotssparksdómurin við. Og hendan nýtti Guðmundur Mete til at avgera dystin.