Brotsverk móti børnum verða harðari revsað

Nógv umrødda revsilógin við heili 52 broytingum, ið just er samtykt á tingi, gevur okkara smæstu borgarum í landinum, nevniliga børnunum eina munandi betri rættartrygd. Brotsverk sum eitt nú siðamisbrot verða eftir nýggju dagførdu revsilógini munandi harðari revsað. Sum á mongum økjum hevur okkara revsilóg verið afturúrsigld í mun til okkara grannalond, og meginparturin av revsilógini stavar frá fornari tíð, og er als ikki í samsvari við nútíðina

Barnapornografi ein stórur trupulleiki

Ì kjalarvørrinum á einari og hvørjari samfelagsmenning fylgja eisini trupulleikar av sera grovum og kriminellum slag. Sjálvt um vit fegnast um menningina av eitt nú alnótini, so mugu vit samstundis ásanna, at alnótin eisini hevur eina álvarsliga rangmynd, ið er, at tað er vorðið munandi lættari at fáa fatur á barnapornografiskum myndum og at útbreiða hesar myndir. Barnapornografi er vorðin ein sera stórur trupulleiki, og eiga vit at gera tað, vit megna fyri at fáa tamarhald á hesum støðugt vaksandi trupulleika. Júst samtykta revsilóg er eitt stig tann rætta vegin við at herða revsingina í § 235, soleiðis at persónar, sum býta ónærisligar myndir, filmar ella aðrar visuellar endurtøkur av personum undir 18 ár, kunnu revsast við bót ella fongsul í upp til 6 ár, um talan er um herðandi umstøður. Herðandi umstøður er m.a., um barnið verður útsett fyri vanda, har valdsnýtsla er ínni í myndini, at barnið verður álvarsliga skatt, ella um talan er um serliga systematiska útbreiðslu av barnaponografiskum tilfari.

 

Harumframt er ein herðing av revsingini, um man hevur barnapornografiskar myndir í varðveitslu av persónum undir 18 ár. Revsingin fer úr ½ ári til 1 ára fongsulsrevsing.

 

Eg meti tað vera alneyðugt at herða nettupp hesar brotsgerðir, tí talan er um børn, ið verða útsett, misbrúkt á grovasta hátt, og tískil vísir herðingin av hesi lógargrein, at vit ikki góðtaka tílíkan kriminalitet í Føroyum. Sjálvsagt er tað ikki nokk at skrúva revsirammuna upp og halda, at nú steðga øll brotsverk av tílíkum slag, nei tað er somuleiðis neyðugt at styrkja um eftirkannan og eftirlitið av fólkum, ið eru við til at útbreiða barnapornografisk tilfar, og fólkum, ið hava tílíkt tilfar í varðveitslu.

Somuleiðis er tað eisini neyðugt at upplýsa brúkaran um filturskipanir, ið gera tað truplari at koma framat heimasíðum á netinum, ið innihalda ónærisligar myndir av børnum.

 

Brotsverk móti børnum skulu fordømast

Eitt tað størsta brotsverkið, man kann útseta eitt barn fyri, er incest ella siðamisbrot. Hetta er harðskapur og valdsnýtsla av grovasta slag, sum skal steðgast ongantíð ov skjótt. Vit hava alt ov nógv børn og ung í Føroyum, ið dagliga líða og hava ilt í sálini orsakað av hesum ræðuliga harðskapi. Hesi børnini kenna seg í mongum lutum einsamøll og svikin, og tað minsta, vit politikarir kunnu gera er at herða revsingina fyri hesi brotsverk og harvið greitt vísa, at hetta eru brotsverk, ið vit als ikki kunnu góðtaka.

Samtykta revsilógin herðir nevniliga revsingina fyri siðamisbrot, har revsiramman fer úr 6 árum upp í 8 ár, og undir herðandi umstøðum fer revsiramman úr 10 árum uppí 12 ár. Tað verður millum annað sæð sum ein herðandi umstøða, um persónurin hevur gjørt sær dælt av, at hann/hon hevur fingið samlegu við barn/børn orsakað av sínari psykiskari og fysiskari styrki.

Tað er sera torført at koma hesum harðskapi til lívs, og tískil er tað neyðugt við støðugari upplýsing. Vit eiga at stuðla felagsskapum, ið gera eitt megnararbeiði fyri at hjálpa hesum børnum. Siðamisbrot er onki minnið enn brotsverk móti børnum, og tískil skal hetta ikki tigast burtur í okkara samfelag, men vit skulu kunna tola at tosa opið og hart um tílík mál, tað veri seg í fólkaskúlanum, miðnámsskúlanum og har høvi annars býðst fyri harvið at hjálpa børnum, ið eru offur fyri tað mest mannminkandi, man kann útseta eitt menniskja fyri.