Mikudagin 29 apríl er altjóða dansidagur. Í hesum sambandi verður dansistykkið ?Í brotum? hjá Jónu K. Thomsen sýnt í Norðurlandahúsinum. Við einum ironiskum undirtóna, viðgerð stykkið ymiskar sálarfrøðiligar definitiónir, ið hava orðið ´ego´ í felag, og setur tað upp ímóti naivum kenslum og dreymum.
Tríggjar dansarar eru við í stykkinum. Tær eru Alica Hentze, Bjørg Elendersen og Karen Kristianna Gram. Ms. Duplo er DJ til framførsluna.
Sýningin byrjar klokkan 19.30 í Norðurlandahúsinum.