Brown lovar bretum 100.000 nýggj arbeiðspláss

Bretska stjórnin ætlar at gera íløgur fyri 10 einar 80 milliardir krónur fyri at útvega arbeiðspláss Gordon Brown, forsætisráðharri, sigur, at stjórnin ætlar at gera íløgur í skúlaverkið, flutningskervið og onnur økir.

Við blaðið Daily Mirror sigur Brown, at íløgur fyri 10 milliardir pund, sum avarar til einar 80 milliardir krónur, fara at geva umleið 100.000 nýggj arbeiðspláss.

Eins og í øðrum londum hava nógv fólk í Bretlandi mist arbeiðið í seinastuni. Arbeiðsloysisskipanin sigur, at í november fekk skipanin 75.000 fleiri umsóknir um arbeiðsloysisstuðul enn mánaðin frammanundan.