Pólski grundlógardómstólurin hevur brúk fyri at verða endurbygdur frá botni, sigur pólski løgmálaráðharrin, Adam Bodnar, í eini samrøðu við tíðindastovuna Reuters.
Undir PiS-stjórnini fanst ES at Póllandi, eftir at grundlógardómstólurin gjørdi av, at pólsk lóg stendur oman fyri ES lóg.
Atfinnarar hava lagt dómstólin undir at vera politiseraðan.